Fyrrverandi suðurkoreanski forsætisráðharrin, Han Duck-soo, er dømdur í 23 ára fongsul.
Tað veit tíðindastovan Reuters at siga.
Han Duck-soo er funnin sekur í at hava havt ein týðandi leiklut, tá fyrrverandi forsetin í landinum, Yoon Suk Yeols, lýsti landið í hernaðarliga undantaksstøðu.
Hetta var í desember í 2024.
Yoon Suk Yeols royndi at steingja tjóðartingið í Suðurkorea við hermegi, men royndin miseydnaðist, tá avgerðin ikki fekk meiriluta í politisku skipanini.
Andstøðan í landinum kallaði atgerðina at lýsa landið í hernaðarliga undantaksstøðu eina roynd at fremja statskvett við tí endamáli at avtaka rættarsamfelagið.










