Nevndin í Føroya Fiskimannafelag hevur nú skipað seg eftir landsfundin, sum varð hildin í Løkshøll í Runavík hin 27. desember.
Í nevndina vórðu valdir: Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, allir hesir vórðu afturvaldir.
Erling Jacobsen, Gøtu, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John F. Haraldsen, Sandavágur, eru allir nývaldir.
Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.
Á nevndarfundinum, sum hevur verið í Fiskimannafelagnum, er Per á Sýnini valdur til næstformann.
Per tekur við eftir Sámal Poulsen úr Sandvík, sum ikki stillaði uppaftur.
Tað var í 2008, at Sámal gjørdist næstformaður, og tá tók hann við eftir Eyðun Johannesen av Oyrarbakka.
Felagsformansval verður aftur í Føroya Fiskimannafelag í desember 2027.
- Nýggja nevndin tekur við hin 1. februar 2026, veit heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum at siga.










