Fyrrverandi forsetavalevni ákærdur

Í USA verður fyrrverandi forsetavalevnið John Edwards nú ákærdur fyri at hava misbrúkt pengar, sum hann fekk til valstríð. John Edwards er fyrrverandi senatorur, og tí mátti ákæruvaldið biðja løgmálaráðið í Washington um heimild til at reisa ákæru ímóti honum. Tað hevur løgmálaráðið nú gjørt, sigur sjónvarpið ABC.

Sambært ákæruvaldinum fekk John Edwards fleiri hundrað túsund dollarar frá tveimum stuðlum, tá hann royndi at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2004. Men hann brúkti ikki pengarnar til valstríðið, men til at fjala eina unnustu, sum hann hevði fingið eitt barn við, hóast hann var giftur.

Keldur hjá ABC siga, at John Edwards umhugsar at tingast við ákæruvaldið um at loysa málið við einari ella aðrari neyðsemju.

John Edwards tapti uppstillingina hjá demokratunum ímóti John Kerry. Ístaðin var hann varaforsetavalevni hjá Kerry.