Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol, er funnin sekur og er dømdur lívstíðardóm fyri at hava roynt at fremja statskvett í 2024.
Hann er funnin sekur í uppreistri og grundlógarfíggindaligum virksemi, tá hann í 2024 lýsti Suðurkorea í undantaksstøðu.
Hann er eisini funnin sekur í maktmisnýtslu.
Útlendskir miðlar vita í morgun at siga, at Yoon Suk-yeol var í vanda fyri at fáa deyðarevsing, men dómurin er ístaðin lívstíðarfongsul.
Suðurkorea hevur ikki framt nakran deyðadóm síðan 1997.
Hin 65 ára gamli varð valdur til forseta í Suðurkorea í 2022, og hin 3. desember í 2024 lýsti hann - púrasta óvæntað - landið í undantaksstøðu.
Tá var flokkur hansara komin í minniluta í tjóðartinginum, og Yoon Suk-yeol helt, at hann noyddist at berja niður "statsfíggindaligar kreftir", sum sagt varð.
Statskvettið vardi í slakar seks tímar, tí tjóðartingið í skundi megnaði at avlýsa undantaksstøðuna.
Fleiri mótmælistiltøk vóru í høvuðsstaðnum, Seoul, og tað var ríkisrætturin, sum í januar 2025 gjørdi av at koyra hann frá sum forseta landsins.
Síðan hevur Yoon Suk-yeol verið rættarsøktur, til hann nú at enda hevur fingið lívstíðardóm fyri sínar gerðir.










