-Eg haldi, at sum forseti eigi eg at vísa samhuga við teimum, sum vara av okkara hermonnum uttanlands. Tí eri eg givin at spæla golf, tí eg haldi ikki, at tað er sømiligt fyri forsetan at spæla golf, meðan amerikanskir hermenn gera tænastu uttanlands, sigur George W. Bush, forseti, í samrøðu við Yahoo.
Men amerikanskir hermenn, sum hava verið í kríggi, halda lítið um avgerðina hjá forsetanum og "offur" hansara. Brandon Friedman, sum hevur gjørt tænastu í Irak og Afghanistan, sigur við Sky News, at nógvir túsund amerikanarar hava verið noyddir at leggja munandi meiri enn golfspælið á hyllina orsakað av bardaganum ímóti yvirgangi.
-Avgerðin hjá forsetanum vísir bara, hvussu lítla føling hann hevur við teimum vanligu amerikanarunum og serstakliga teimum, sum gera tænastu í Irak og teirra avvarðandi, sigur Brandon Friedman við Sky News.