-Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur altíð sympatiserað við demokratiska flokkin í USA og sjálvandi altíð ynskt, at tað stórveldi sum USA er verður stýrt av einum demokrati, og tí vóni eg sera sterkt, at Obama fer at vinna valið, tí sum hann sjálvur sigur i sinum slogan: -vit hava brúk fyri eini broyting. Tað er júst broytingin, sum hann kann standa inni fyri, eitt nú úti í heimi, har tann agressivi uttanríkispolitikkurin, sum Bush umsitingin so skeivt hevur ført, nú verður tónaður niður og man fær minkað um spenningarnar sigur Jóannes Eidesgaard við Portalin. Og hann heldur fram:
-Sjálvandi veit eg, at Obama, hvussu góður forseti hann enn verður, neyvan fær avtrappað allar spenningar, men eg trúgvi, at hann nógv betri enn McCain megnar at fáa meira trygg viðurskifti. Innanrikispolitiskt ivist eg ikki í, at tann vanligi amerikanarin er betri farin av, at ein demokratur situr i Hvítu Húsunum enn ein republikanari, tí júst tað at Obama er tann, sum hann er, signalerar nakað heilt nýtt sigur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á tíðina heilt afturi í 60-unum, tá tann fyrsti litti studenturin kom inn á eitt universitet, og tað var øgilig gøla um tað.
Fyrrverandi løgmaður vísir á, at n USA hevur havt tveir littar uttanríkisráðharrar, og nú bendir alt á, at landið fær ein littan forseta. Obama signalerar tí eisini eina broyting viðvíkjandi toleransu millum fólkasløg, so hann er m.a. tí so avgjørt mítt val sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini hevur nøkur orð á vegnum til Jørgen Niclassen, sum í samrøðu við Dimmalætting sigur seg taka undir við Irakkrígnum.
-Eg eri samdur við Høgna Hoydal, sum finst at Jørgen Niclassen fyri hanasra úttalilsi í um Irak, tí vit hava jú eina samtykt í tinginum, sum sigur, at vit taka frástøðu frá krígnum i Irak. Men tað kemur ikki óvart á meg, tí Fólkaflokkurin hevur altíð havt eitt veikt hjartað fyri republikanarum og hava eitt valfartað til teirra bønarfundir sigur formaður Javnaðarfloksins og sitandi fíggjarmálaráðharri , sum ikkii heldur tað vera serliga smart av okkara uttanríkisráðharra sum alment umboð at úttala seg um, at tað er gott við krígnum í Irak, tá løgtingið jú hevur sagt tað øvugta.
-Eg veit væl, at hetta er valið hjá amerikanarum, men hyggur tú at heimskortinum, so síggja vit, at heimurin allur hevur betri av, at Obama vinnur valið, eisini tá tað snýr seg umhvørvi, avdubbing og meiri frið, sjálvt um eg veit, at hann klárar ikki at loysa allar trupulleikar. Men Obama stígur tey røttu fetini.