KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til komandi kappingarár. Tað skrivar KÍ í dag.
- Fleiri munnu nokk kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur spælt 516 dystir fyri Molde, og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen. Eisini hevur hann umboða norska A-landsliðið átta ferðir, skrivar KÍ.
Síðani 2017 hevur Daniel Berg Hestad verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19 og venjari hjá reservunum. Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá okkum, kemur Daniel at hava ábyrgdina av 1. Deildarliðnum og í talentmenningini í KÍ akademinum.