Sigling: Søldfirðingurin, Ólavur Groth, hevur verið áhugaður í sigling í fleiri ár. Í vetur hevur hann gingið á sjómansskúlanum tvær ferðir um vikuna, og fríggjadagin fekk hann prógv fyri alt stríðið. Frálæra hevur verið í sjóreglum, siglingarlæru, skipstøkni og skipstólum. Eisini hevur verið undirvíst í týðan av veðurkortum.
? Eg havi keypt mær ein bát, sum er ein gamal fiskibátur, og nú geri eg hann um til ein frítíðarbát, sigur Ólavur Groth, sum dagliga er byggimeistari, og fæst í løtuni mest við at umvæla gomul hús.
? Ætlanin við hesum er so at fara ein longri túr. Allarhelst verður tað til Karibia í nakrar mánaðar. Eg ætli at sigla framvið skotsku strondini, hollendsku strondini, niður framvið Portugal og so enda í Karibia.
Dugnaskapsroyndin er nú komin til hølvdar, so nú vantar bert at rigga bátin til, soleiðis, at hann verður egnaður til túrin. Men hesin túrurin verður neyvan í ár, tí enn manglar rættiliga nógv til báturin veðrur klárur.
Síggja verðina
Dugnaskapsroyndin gevur Ólavi møguleika at síggja verðina.
? Eg havi leingi havt áhuga í at sigla. Næst seinasta ár var eg fleiri túrar við Norðlýsinum, eg havi siglt við seglum í Danmark og eg havi faktiskt altíð verið spentur uppá, at gjørt ein slíkan túr. Eisini havi eg siglt við fiski- og fraktbátum í trý ár.
Sjálvur hevur Ólavur onga familju her í Føroyum, sum bindur hann. Hann hevur eina dóttir í Danmark, so hann heldur hetta er ein gyltur møguleiki at sleppa at síggja verðina.
? Arbeiðið hjá mær verður lagt soleiðis til rættis, at eg sleppi at verða burtur í nakrar mánaðar, greiðir Ólavur frá. ? Men tað er ikki vist, at túrurin verður um summarið. Tað er nú soleiðis, at veðrið til at sigla í Karibia er best í november mánaða, tí tað liggur vindurin undan.
Ætlanin er eisini at seta segl uppá bátin, so øll náttúrlig orka verður brúkt á bestan hátt.
Báturin hjá Ólavi eitur Annika eftir dóttrini hjá fyrrverandi eigaranum. Men tey vera ikki tveyeini tá lagt verður til brots. Helst verða eini tveir mans við.