Fyrsta gudstænasta í "nýggjari" kirkju

Fyrsta sunnudag í advent - tað er: komandi sunnudag - letur Mikladals kirkja upp aftur, eftir at hava verið stongd í gott eitt ár.

Í hesum tíðarskeiði hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum

Tað eru gjørdar umfatandi umvælingar. Gólvið er skift, nýggir beinkir, nýtt timbur á veggirnar, vindeyguni eru nýggj og annað. Kirkjan er eisini málað bæði innan og uttan.

Í sambandi við, at kirkjan er liðugt umvæld, verður hátíðargudstænasta sunnudagin klokkan 12.

Bæði bispur og dómpróstur luttaka saman við sóknarprestinum á staðnum og øðrum. Bussur koyrir av Syðradali í samband við hátíðarhaldið, og eftir gudstænastuna vera øll boðin til ein bita í Avhaldshúsinum.