Hósmorgunin frumspældu Tuxedo Rebels fyrsta lagið av komandi útgávuni í morgunsendingini hjá útvarpinum. Nú bert til at hoyra lagið "A Beginning Not an End" á youtube.
Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein mynda tvímansbólkin Tuxedo Rebels og hava teir spælt inn eina útgávu, ið væntandi verður ein tann mest spennandi í ár.
At døma eftir frálíku konsertini hjá Tuxedo Rebels í Sirkus hóskvøldið, er talan um nógv góð løg, so vert er at gleða seg til útgávan kemur. Men inntil tá, ber til at hoyra lagið omanfyri.