Fyrsta landsliðsvenjing var handan læstar dyr

Håkan Ericson hevur havt sína fyrstu venjing sum landsliðsvenjari, men ongin slapp at hyggja

Í gjár møtti føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, undir leiðslu av Håkani Ericson, sum er nýggjur landsliðsvenjari. Føroyska landsliðið skal spæla móti Malta og Andorra komandi dagarnar.

Fyrsti dysturin verður móti Malta hóskvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Fríggjadagin verður flogið til Barcelona og víðari til bussi til Andorra, har landsliðið sunnudagin klokkan 15 spælir móti Andorra.

Sum sæst á myndunum, so eru allir spælararnir í masku og eitt umboð frá UEFA er komið til landið við tí einu uppgávu, at halda eyga við at øll fyrilit verða tikin fyri koronasmittuni. Hetta ger millum annað, at spælararnar og venjaratoymið ikki sleppa úr landsliðsumhvørvinum hesar dagarnar. Hetta fyri ikki at kunna blíva smittaðir, meðan landsliðssamlingin er.

Á døgurða í dag verður venjing á skránni, og í morgin klokkan 11.45 verður tíðindafundur, sum FM1 fer at senda beinleiðis av Tórsvølli. Eftir fundin verður seinasta venjingin undan landsdystinum móti Malta, sum er í Nations League kappingini. Umframt Malta og Andorra, so er Lettland eisini í bólkinum.

##ms## 

Fleiri broytingar

Tað eru fleiri broytingar í føroyska hópinum. Fyrstur at geva avboð eftir úttøkufundin var René Shaki Joensen, sum hevur fingið eina fibur. Í hansara stað kom liðfelagin úr HB, Heri H. Mohr. Seinni hava Rógvi Baldvinsson og Kaj Leo í Bartalsstovu eisini givið avboð. 

Rógvi Baldvinsson er skaddur, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu er raktur av koronareglugerðini í Íslandi, sum kemur sóttarhald við heimferð. Í teirra stað eru komnir Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen, báðir úr KÍ.

 ##med2##

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur Matras Gestsson, HB

Tórður Thomsen, NSÍ

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Heri H. Mohr, HB

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Daniel Johansen, HB

Jákup B. Andreasen, KÍ

Heini Vatnsdal, KÍ

Heðin Hansen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, B36

Odmar Færø, KÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard Egilsson Olsen, GAIS (Svøríki)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Patrik Johannesen, KÍ

Adrian Justinussen, HB

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborgs (Svøríki)

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)

Dan í Soylu, HB

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Andreas Lava Olsen, Víkingur

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ