TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við verjuskansan, Oddmar Færø, aftaná 0-3 tapið ímóti Rumenia fyrr í kvøld.
Oddmar og Tróndur umrøddu harða samanstoytin Oddmar hevði við rumenskan spælara, sum gjørdi, at Oddmar mátti útum vøllin eina løtu, har Oddmar kendi seg minni væl fyri eina løtu.
Oddmar iðrar seg um, at Rumenia skorar so tíðliga, og fær eitt so lagaligt útgangsstøði. Samstundis staðfestir Oddmar, at talan er um eitt sterkt mótstøðulið, sum hevði nógv at spæla fyri.
Oddmar ætlar at taka tað róligt nakrar vikur, áðrenn hann fer at tørna út fyri eitt felag í Skotlandi í næstum.