Fyrstu prestahjún í Føroyum skriva kirkjusøgu

Sunnudagin varð søga skrivað í føroysku fólkakirkjuni, tá Ida Lykke Kannuberg varð innsett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.

Hon tekur við embætinum, meðan sóknarpresturin Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna.

 

Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum annað starvast sum prestur á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg.

 

Innsetingin var tó serlig av einari aðrari orsøk. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum.

 

Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august.

 

Ovi Brim, próstur, skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju.

 

##med2##

 

Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla.

 

Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum hjá EB, har nógv fólk vóru komin saman at heilsa nýggja prestinum vælkomnari.

 

##med3##

 

Myndirnar tók Jens Jákup Hansen fyri Fólkakirkjuna