Fólk vitja á gravunum hjá falnum russiskum hermonnum, og hetta er í tí partinum av Donetsk í Ukraina, sum Russland hevur hertikið

Russland stríðist á hermótinum í Ukraina

- Nú bendir mangt á, at revsitiltøkini móti Russlandi rættiliga eru farin at merkjast, og tí kunnu myndugleikarnir í Russlandi ikki longur draga fólk inn í kríggið við somu sømdum sum áður

 

Fólk vitja á gravunum hjá falnum russiskum hermonnum, og hetta er í tí partinum av Donetsk í Ukraina, sum Russland hevur hertikið

Framgongdin hjá russisku herdeildunum í Ukraina er í stóran mun steðgað, og sambært greiningarfyritøkuni, Institute for the Study of War (ISW), er støðan á hermótinum broytt.

 

Tað gongur verri og verri hjá Russlandi at fylla upp rúmini eftir falnar russiskar hermenn, og seinastu tíðina hevur Russland mist landaøkir aftur til Ukraina, sigur norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug.

 

Missurin av russiskum herfólki hevur ligið støðugt høgt, síðan russiski forsetin, Vladimir Putin, byrjaði álopskríggið móti Ukraina hin 24. februar í 2022.

 

Sambært russiskum skjølum, sum eru likin út, viðgongur Russland, at samlaði missurin av herfólki, sum antin hava latið lív - ella eru vorðin álvarsliga særd - er omanfyri 1,3 milliónir.

- Nú megnar Russland ikki longur at fáa neyðugu 30.000 nýggju herfólkini um mánaðin, sum eru neyðug fyri at halda talinum av herfólki uppi.

 

Arne Bård Dalhaug sigur, at trupulleikarnir byrjaðu at síggjast longu í endanum av 2025, og nú kann hetta gerast ein stórur trupulleiki hjá Russlandi.

 

Áður í krígnum kundu russisku myndugleikarnir freista við stórum lønum fyri at fáa fólk at luttaka í krígnum móti Ukraina.

 

- Nú bendir mangt á, at revsitiltøkini móti Russlandi rættiliga eru farin at merkjast, og tí kunnu myndugleikarnir ikki longur draga fólk inn í kríggið við somu sømdum sum áður.

 

Norski generalloytnanturin vísir á, at minkaðu ágóðarnir við at fara í krígg - og trúgvin upp á, at tú kemur livandi heimaftur úr krígnum - byrja at mekjast hjá Russlandi.

 

Hóast russiski forsetin hevur lagt trýst á miðlarnar, hevur bannað sosialum miðlum og hevur stongt fyri tráleysum netsambandi, er mark fyri, hvussu leingi russisku tapini í Ukraina kunnu krógvast.

 

Tað er eitt stórt tal av russiskum herfólki, sum eru vorðin krígsavlamin, og sum eru komnir aftur til Russlands.

 

- Tey siga sínar søgur av hermótinum, og hesar søgur samsvara neyvan við russisku propaganda'ina, sum skal gera, at fleiri velja at fara í kríggj, sigur Arne Bård Dalhaug.

 

Hann vísir á, at minni peningur til nýggj herfólk, tørvur á arbeiðsmegi og ein skinklandi búskapur ger tað trupult hjá Russlandi í løtuni.

 

- Landið noyðist at skerja í veitingunum til heilsuverk, pensjónir og aðrar týdningarmiklar veitingar fyri at fíggja kostnaðarmikla kríggið, og hetta kann seta forsetan í eina politiskt trupla støðu.

 

##med2##

 

Norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, sigur, at vetrarkríggið gekk ógvuliga illa hjá Russlandi, og fyri einum mánaði síðan varð sagt, at russiski herurin nú fór í holt við eitt vár-og summarátak móti ukrainsku skansunum í Donetsk. 

 

- Eg trúgvi ikki, at tað verða tær stóru broytingarnar á hermótinum. Ukraina fer helst ikki at seta nøkur stór átøk í verk heldur, tí so leingi, sum Russland velur at leypa á, kann tað kosta ukraina óneyðuga stór tap.

 

Arne Bård Dalhaug vísir á, at ukrainska fregnartænastan veit, at tað gongur ikki ov væl hjá russum at finna nýggj herfólk til kríggið, og tí er eingin orsøk hjá Ukraina at leypa framav.

 

Kelda: Dagbladet.no

 

 

 



 

 

Fólk vitja á gravunum hjá falnum russiskum hermonnum, og hetta er í tí partinum av Donetsk í Ukraina, sum Russland hevur hertikið

Arne Bård Dalhaug