Fyrsti bilur við Rituni og Teistanum til Skopunar

Hann var fyrsti bilur við Rituni í 1971 úr Havn Skopunar, og hann var eisini fyrsti bilur við Teistanum í 2001.

Hesin Volvo 144 var fyrsti bilur við Rituni til Skopunar í 1971 og fyrsti bilur við Teistanum til Skopunar í 2001 og ein av teimum fyrstu gjøgnum Vágatunnlin í 2002

Tað var Petur Poulsen í Skopun, sum keypti bilin í 1971. Ein grønan Volvo 144. Júst tá var nýggja strandfaraskipið, Ritan, farið í sigling, og var Volvo-bilurin tann fyrsti bilurin, sum varð fluttur við Rituni um Skopunarfjørð.

 

Í dag siglir Teistin síðsta túrin, og tá fær onkur bilurin helst heiður av at verða síðsti bilur, sum verður fluttur sjóvegis úr Skopun. Í øllum førum við einum skipi hjá Strandferðsluni. (Kanska onkur sendir okkum mynd av síðsta bilinum síðsta túrin av Skopun til Gomlurætt).

 

Tað var Brynjolvur Jensen í Hoyvík, sum fyrst í nítiárunum keypti hendan Volvobilin. Hann kendi væl bilin, sum ofta vitjaði í heimbygd Brynjolvs, Sumba. Eisini hevði Brynjolvur í síni tíð sum sýnsmaður á Bileftirlitinum ofta sýnað bilin.

 

##med2##

 

Brynjolvur setti bilin í uppruna stand, og var hann sum nýggjur, tá hann var liðugur – og uttan iva var júst hesin bilurin ein týðandi orsøkin til, at Felagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, har Brynjálvur Jensen var formaður fyrstu 10 árini.

 

– Tað er nakað heilt serligt at hava eitt ellisakfar, sum hevur sín uppruna í Føroyum, segði Brynjolvur Jensen við blaðið hjá Føroya Ellisakførum, tá bilurin í 2001 fylti 30 ár. Hann segði, at hann ofta hevur hugsað sum so, at bilurin hjá sær ikki var eitt ellisakfar. Men nú bilurin er farin um tey tríati, kundi Brynjolvur stíga fram og vísa eitt upprunaligt føroyskt ellisakfar. Svørtu Fø 51.548 nummarpláturnar skriva søgu saman við bilinum.

 

Tá nýggja strandfaraskipið, Teistin, varð sett í sigling millum Gomlu Rætt og Skopun í 2001, beyð Strandferðslan Brynjolvi og Volvo-bilinum við. Aftur hesa ferð skrivaði hann søgu, tí hann var fyrsti bilur, Teistin flutti um Skopunarfjørð. Og tá Vágatunnlin lat upp 10. desember í 2002 var Volvobilurin eisini ein av teimum fyrstu, sum saman við øðrum ellisakførum, sum tey fyrstu koyrdu gjøgnum tunnilin.

 

Tað er avmarkað tal av bilum í Føroyum, sum kunnu bjóða ferjunum av í livitíð.

 

»Brynjolvur heldur tó ikki, at bilurin um 30 ár aftur verður fyrstur við eini nýggjar Sandoyarferju:

 

– Tá verður hann fyrstur gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Skopunarfirði – á veg til Sumbiar, sigur Brynjolvur smílandi«, skrivaði blaðið hjá Føroya Ellisakførum í 2001.

 

##med3##

 

Hóast bilurin sigst vera til enn, so er hann ikki í so góðum standi, at hann fer at koyra ígjøgnum Sandoyartunniln í dag, men tað hevði hóskað seg, at hann fyri triðju ferð var tann fyrsti...

 

Hesin Volvo 144 var fyrsti bilur við Rituni til Skopunar í 1971 og fyrsti bilur við Teistanum til Skopunar í 2001 og ein av teimum fyrstu gjøgnum Vágatunnlin í 2002

Brynjálvur Jensen við Volvobilinum framman fyri Rituna á Bursatanga í Havn. Her fór hann umborð í 1971, tá hann sum tann fyrsti billurin varð fluttur við Rituni úr Havn til Skopunar. Hendan myndin er tikin 30 ár seinni – í 2001.

Í Vágatunlinum lat upp 10. desember í 2001. Tá var grøni Volvobilurin hjá Brynjálvi Jensen eisini við.