Fyrsti dysturin verður móti Norðurmakedónia

Dystaskráin fyri komandi UEFA Nations League hjá monnum er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. september, tá norðurmakedónar vitja á Tórsvølli, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Norðurmakedónia fyri lítlum ári síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen

Dystaskráin fyri komandi UEFA Nations League hjá monnum er nú klár. Føroyar byrja á heimavølli leygardagin 7. september, tá norðurmakedónar vitja á Tórsvølli, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Armenia, Norðurmakedónia og Lettland verða føroysku mótstøðulondini, tá UEFA Nations League kappingin hjá monnum verður á skránni í heyst.

 

Dystirnir verða spældir í septembur, oktobur og novembur. Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á heimavølli leygardagin 7. september ímóti Norðurmakedónia. Tríggjar dagar seinni spælir føroyska manslandsliðið á útivølli móti Lettlandi.

 

Dystaskráin 2024:

 

Frí. 22. mars Føroyar Liktinstein (venjingard.)

 

Týs. 26. mars Danmark – Føroyar (venjingard.)

 

Ley. 8. juni Estland – Føroyar (Baltic Cup)

 

Týs. 11. juni Finalan / 3.-4. pláss (Baltic Cup)

 

Ley. 7. sept. Føroyar – Norðurmakedónia (Nations League)

 

Týs. 10. sept. Lettland – Føroyar (Nations League)

 

Hós. 10. okt. Føroyar – Armenia (Nations League)

 

Sun. 13. okt. Føroyar – Lettland (Nations League)

 

Hós. 14. nov. Armenia – Føroyar (Nations League)

 

Sun. 17. nov. Norðurmakedónia – Føroyar (Nations League)

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Norðurmakedónia fyri lítlum ári síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen