Fyrsti føroyski edv-grannskoðarin á altjóða støði

Jóhan Martin Jacobsen, grannskoðari í Tórshavn, hevur í 1998 sum fyrsti føroyingur lokið prógv sum Certified Information Systems Auditor (CISA). Hetta er ein roynd fyri edv-grannskoðarar, fyriskipað av altjóða felagsskapinum ISACA. CISA-grannskoðarar verða høgt mettir á altjóða støði, og hetta er ein torfør roynd. Um allan heimin eru í dag umleið 10.000 CISA-grannskoðarar, harav eru umleið 80 í Danmark.

Jóhan Martin Jacobsen, ið starvast hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe, hevur seinastu árini arbeitt mest við edv-grannskoðan og tikið sær av spurningum við edv-trygd og ráðgevinng viðvíkjandi brúki og útskifting av edv-útgerð o. t. Hann hevur í útbúgvingartíðini verið á fleiri skeiðum í Danmark.

ISACA felagsskapurin (Information Systems Audit and Control Association) varð stovnaður í USA í 1969 av grannskoðarum, ið hildu, at saman við teimum stóru tøkniligu broyutingunum var tørvur á einum felagsskapi, ið kundi virka fyri altjóða standard reglum fyri edv-grannskoðan og -trygd. Í dag er hetta ein altjóða felasgskapur, iðhevur limir í 100 londum um allan heimin.