Fyrsti sigurin til Holte

So eydnaðist tað. Um vikuskiftið fekk Holte IF síni fyrstu stig í donsku flogbóltskappingini. Hesi komu til høldar, tá Bárður, Ragnar og hinir á liðnum vunnu 3-1 á Spentrup. Spentrup hevur enn fyrstu stigini á árinum til góðar.
Komandi vikuskiftið skal Holte spæla á útivølli móti Hvidovre VK, og eisini har hava føroysku útisetarnir góðar vónir um stig.