Kaj Leo Johannesen
Sambært ensku orðabókini Oxford Advanced Learners Dictionary er ein myta: Something that many people belive but that does not exist or is false. Á føroyskum: Nakað sum nógv fólk trúgva, men sum ikki er til ella er skeivt.
Í bókini Mellem færøsk og dansk politik 1917-1920, sum m.o. danski søgufrøðingurin Vagn Wåhlin hevur skrivað, verður føroysk søga nevnd sum full av mytedannelse. Bókin viðurkennir, at tað ávís tíðarskeið kann vera neyðugt hjá eini tjóð at hava hetjumyndir og eintáttaðar áskoðanir á søguligar hendingar og fyribrigdi. Sambært Vagn Wåhlin er heldur einki óvanligt í, at ein tjóð skapar sær søguligar hetjumyndir. Vandin liggur ikki í hesum, men harafturímóti er søguliga vandamikið, tá nøkur menniskju verða skýrd at vera minni verd, bert tí, at tey vístu sokallaðu hetjunum mótstøðu. Eisini er vandamikið, at & efter en vis periode kan sådanne opfattelser blive fastlåste som en myte og dermed lukke af for nødvendige diskussioner&.
Við at nýta søguna at náa ávísum politiskum málum kemur ein tjóð í nakrar trupulleikar, sum vit kenna alt ov væl her á landi. Tað er tá vit byrja at bólka okkum í pro og anti-tjóðskaparligar føroyingar.
Er tað nakað sum vísir seg at vera sera átrokandi hjá politikarum sum heild, ikki bert í Føroyum, men eisini aðrastaðni, so er tað at arbeiða hart fyri at seta politisk mótstøðufólk í bás t.v.s at vit gera alt fyri at læsa og binda hvønn annan niður, soleiðis at mótstøðufólkini verða har, sum vit meta og siga, at tey skulu verða. Hetta eru vit vitni til so at siga hvønn dag frá tingsins røðarapalli.
Orsøkin til at vit gera hetta er í veruleikanum tann, at vit sum politikarar eru bangin fyri, at aðrir politiskir flokkar gerast í so naskir eftir okkara hugskotum ella hugsjónum, tí tað kann kosta atkvøður og vald.
Vit skapa eina breiða tjóðskaparsemju um eitt nú eina nýggja stjórnarskipanarlóg við at lurta og síðani grundgeva, og ikki við at nýta alla okkara orku til at útgreina okkara fatan av, hvussu aðrir flokkar altíð hava verið.
Søgan er ikki svørt og hvít, men er heldur ein samanseting av ymiskum fjøltáttaðum veruleikum. Føroyska søgan eru í alt ov stóran mun skrivað í svørtum og hvítum, og er tí við til at staðfesta mytuna um, at partar av Føroya fólki ikki torir at taka ábyrgd, ella at partur av Føroya fólki vil verða húskallur hjá Danmark.
Hetta eru setningar og ákærir sum vit sleingja um okkum uttan at hugsað um, at meira orku og tíð vit brúka til at skapa mytur um hvønn annan, minni tíð brúka vit til veruligan politikk, sum hevur til endamáls at skapa búskaparvøkstur.
Grundleggjandi spurningurin, vit øll eiga at seta er: Hvat fyri samfelag vil eg liva og virka í? Hvussu eri eg, við mínari hugsan og mínum atburði, við til ávikavist at stuðla og forða hesum samfelag í at gerast veruleiki?
Stórur partur av føroyskari søguskriving er anti danskur. Skrivingin metir ofta ein føroying í mun til Danmark ístaðin fyri at meta útfrá umheiminum øllum sum hann er. Hinvegin kunnu vit eisini staðfesta, at tjóðveldisrørðslan hevur dugað betur at sloppið sær framat við teirra útgávu av føroyskari søguskriving.
Tann 18. august 1906 boðaðu 13 av 22 tinglimum frá í Dimmalætting, at teir høvdu skipað seg í ein politiskan flokk á tingi, ið nevndi seg sambandsmenn. 12 av hesum tinglimunum vóru fólkavaldir, meðan tann trettandi var prósturin Fríðrikur Petersen, sum eisini gjørdist fyrsti formaður Sambandsfloksins. Tað var hann, sum í 1902 helt fyrstu prædiku á føroyskum í eini føroyskari kirkju.
Fyri ein stóran part hevur Sambandsflokkurin verður ein hóvligur flokkur, men við tí stóra verkinum, sum flokssøgan, ið verður útgivin í summar er, vil Sambandsflokkurin koma til orðanna og siga sína egnu søgu, og vónandi fáa fólk eitt sindur størri innlit í, hvussu trupult tað er at meta gamlar tíðir út frá degnum í dag.