Fyrsti nýggi verksmiðjutrolari til Íslands síðan 2017

Skipið hevur eina last á 1720 rúmmetrar, og her eru manningarrúm til 28 mans.

Reiðaríið Nesfiskur hevur fingið trolaran - Baldvin Njálsson - av skipasmiðjuni Astilleros Armón í Vigo.

Meðan íslendingar hava gjørt nógv fyri at endurnýggja feskfiska-og uppsjóvarflotan, er nýbygningurin, Baldvin Njálsson, sambært kystmagasinet.no fyrsti verksmiðjutrolarin, síðan Solborg kom í íslendska fiskiskipaflotan í 2017.

 

Tað er íslendska felagið, Skipasýn, sum hevur teknað nýggja trolaran. Hóast covid-19 farsóttin hevur argað, hevur skipasmiðan í Vigo í Spania, Astilleros Armón, megnað at bygt og leverað skipið eftir 15 mánaðum. 

 

Størsta longd á skipinum er 65,6 metrar, og breiddin er 16 metrar. Skipið hevur eina last, sum rúmar 1720 rúmmetrum, og her eru manningarrúm til 28 mans, seks einmanskømur og 11 tvímanskømur.

 

- Høvuðsmotorurin á Baldvin Njálsson er ein Wärtsilä 6L32 við 2990 kW, og ferðin liggur um 15 míl, veit kystmagasinet.no at siga.

 

 

 

Reiðaríið Nesfiskur hevur fingið trolaran - Baldvin Njálsson - av skipasmiðjuni Astilleros Armón í Vigo.