Fyrstu 120 næmingarnir vóru til Skúlaleikir

Fyrsta undanstevna í Skúlaleikum var í Høllini á Hálsi og á Tórbreyt í góðveðrinum í gjár.

120 næmingar úr 4. flokkum møttu saman við ítróttalærarum sínum, og tey royndu seg í flogbørnum og í frælsum ítrótti. Ein stuttligur og rokaligur dagur, har heppini fyltu eins nógv og stigateljingin.

 

Við Skúlaleikum leggja vit m.a. upp til at næmingarnir hitta íðkarar og síggja venjingarumstøðurnar. Í gjár hittu næmingarnir m.a. ungar íðkarar hjá fræslum ítrótti, sum høvdu sett dagin av at stuttleika sær saman við børnunum.

 

Dagurin endaði við at kjósa dagsins hepp, allir flokkar fingu ein gávuposa við rørsluleikum, og til seinast varð flokkurin, sum stóð seg best á degnum, funnin. Tað gjørdist 4. flokkur úr Skúlanum við Løgmannabreyt, sum tí skal umboða "tey bláu" til landsstevnun tann 10. juni.

 

Vit gleða okkum at ferðast víðari kring landið og bjóða fleiri næmingum til ein ítróttadag, sum snýr seg um felagsskap og rørslugleði.   

 

Gott 1100 næmingar eru meldaðir til Skúlaleikir kring landið og fyri framman liggja fleiri spennandi stevnudagar.

 

Tit eru vælkomin at vitja okkum til onkra av stevnunum. 

 

Skráin fyri næstu undanstevnuarnar sæst hendan. 

 

24. mai: 4. flokkar í Høllini á Hálsi og Tórsbreyt

 

25. mai: 4. flokkar í KÍ høllini og Badmintonhøllini í Klaksvík 

 

30. mai: 4. flokkar í Høllini og í skúlanum við Streymin

 

31. mai: 5. flokkar í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini

 

1. juni: 5. flokkar í Høllini og í skúlanum við Streymin

 

2. juni: 5. flokkar í KÍ- og Badmintonhøllini í Klaksvík

 

3. juni: 4. og 5. flokkar Marghøllini í Vági

 

10. juni verður landsstevnan í Høllini á Hálsi og Tórsbreyt. Tá fáa vit forkunnuga vitjan av Sverra Sandberg Nielsen.

 

Allar stevnurnar byrja kl. 9.30 - 14.00.

 

Tað er ÍSF sum samskipar Skúlaleikir, men tað er eitt samstarv millum Fólkaheilsurráðið, UMMR, Kommunufelagið og Fróðaskaparsetur Føroya. Betri stuðlar hesi verkætlan.