Fyrstu ferð

Klæminst Matras úr B36, sum fyri fyrstu ferð er á landsliðnum, hevur í øllum førum vónir um at sleppa á vøllin leygardagin

 

Landsdystur

 

 

 

Tað er ikki sørt, at árið, 2001, hevur verið minniríkt hjá Klæminti Matras. Hann hevur í ár veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum 1. deildarfótbólti, hevur vunnið bæði lands- og steypakapping, og nú er hann so fyri fyrstu ferð sloppin við á føroyska A-landsliðnum.

 

Hóast hetta kanska tykist dekan ov nógv at taka í einum, so sigur Klæmint tó, at hann á ein hátt hevði roknað við hesum.

 

- Sjálvandi kann eg ikki siga, at eg roknaði við at verða úttikin, men eg havi alla tíðina havt vónina. Tað er eitt sindur ringt at siga, men tú kanst skriva, at eg hevði eina góða kenslu, áðrenn liðið varð úttikið. Alt hevur jú gingið so væl, so hví ikki.

 

 

 

Vónar at sleppa inn

 

Spurdur, um Allan Simonsen ella Jógvan Martin Olsen kanska høvdu givið til kennar, at miðvallarin fór at verða úttikin hesa ferð, sigur Klæmint, at tað høvdu teir ikki, og tí var hann kortini eitt sindur bilsin, tá boðini so komu.

 

- Jú, sjalvandi var eg bilsin. Sum eg sigi, so hevði eg vónað at komið við, men roknað við tí hevði eg ikki veruliga.

 

Og hóast hetta er fyrsta ferðin, so tykist Klæmint ikki vera somikið smæðin, at hann ikki hevur vónir um at sleppa á vøllin leygardagin.

 

- Tað vóni eg sjálvandi. Tað er jú tí, at eg eri komin niður. Hinvegin er tað ikki tann stóra katastrofan, um eg ikki sleppi við. Hetta er fyrsta ferðin hjá mær, og so má eg bara royna at sannføra venjaran um, at eg eisini eigi eitt pláss í hópinum í framtíðini, sigur Klæmint Matras at enda.