Fyrstu fjarlestrarnæmingarnir lidnir

Handilsskúlin á Kambsdali:

 Fríggjadagin fingu fyrstu fjarlestrarnæmingarnir FHS prógv. Seinastu tvey árini hevur Handilsskúlin á Kambsdali skipað fyri FHS stakgreinalestri sum fjarlestur, og tríggir næmingar hava fylgt øllum lærugreinunum og staðið tær og harvið tikið fult FHS prógv. Tað eru Amerada Hess, BP Amoco, Innlendismálaráðið og Mentamálaráðið, ið hava stuðla lestrinum. Undirtøkan hevur verið somikið góð, at avgjørt er at halda áfram. Í heyst byrja nýggir flokkar í kunningartøkni og virkisbúskapi.
 
 
Myndatekstur:
 
Fyrstu fjarlestrarnæmingarnir, ið hava tikið fult FHS-prógv eru: Saroya Britt Dalsgarð og Jensia Niclassen. Á myndini vantar Winnie Vestergaard