Týsdagin, eg kom út úr stóra tingsalinum, rendi eg meg á eitt risafjølmiðlalið, sum tosaði við og tráspurdi Hans Blix, oddamannin í Irak-kanningunum, um nær hann aftur slapp inn í landið at halda fram við kanningunum.
Hesin kapaciteturin, sum eg eisini sá mikudagin undir sjálvari Irak-viðgerðini í Trygdarráðnum - stóð fattur, sterkur og róligur, onkuntíð smílandi og til aðrar tíðir álvarsamur.
Hóast tey framhaldandi koyrdu á hann, nevndi hann fyri tað mesta: »Latið okkum bíða eftir orðaskiftinum í Trygdarráðnum í morgin«. Hugvekjandi er at síggja, at »talutíðir« er ikki endiliga nakað høgt verður gingið uppí.
Talutíðir
Irak talaði ein heilan tíma í Trygdarráðnum, har umboðið vardi seg og fyri tað mesta leyp á USA og Stórabretland, tók upp í saman, aftur og aftur, um somu søguna vit dagliga hoyra úr fjølmiðlunum, so har var einki nýtt í tí hann segði.
Ellen Margrethe Høj, danski ST-ambassadørurin talaði vegna ES, í sambandi við danska formansskapin í ES. Kvøldið fyri vóru vit øll boðin til en døgurða í hennara vøkru embætisíbúð á 14. hædd, har vit høvdu gott útsýni yvir Central Park og hetta ljóshavið, sum eyðkennir bygningarnar í New York. Meðan vit stóðu á altanini, prátuðu vit um hvat el-prísurin í New York mundi vera. Hon helt fyri við einum smíli »væsentlig lavere end i Danmark«. So eg helt fyri, at skuldu vit helst á heilt aðrar leiðir, um vit skuldu sammeta við Føroyar.
Men tað var hugtakandi at hoyra, hvussu talan í Trygdarráðnum hjá danska ST-umboðnum varð broytt, har øll limalondini í ES, skuldu góðkenna hana.
Seinasta góðkenningin og tað seinasta, sum skuldi fáast uppá pláss kom ikki fyrr enn kl. 9:05 mikumorgunin, sum talan skuldi haldast.
Danmark vegna ES
Røðan var uppá hálva aðru síðu, og endaði við, at »vit vilja heita inniliga á allar limir Trygdarráðsins at taka eina skjóta avgerð, sum hevur við sær eitt dygt trýst á Irak og vísir mest møguligu hjálp innan ráðið«.
Áhugavert, kanska ein færri av óhugna, var at hoyra umboðið fyri Libya, sum ikki hevði skrivaða røðu, men sat og rópti og hótti Trygdarráðið, »sum ikki gjørdi sínar skyldur«, tók sjálvandi undir við Irak, »sum ikki gjørdi sínar skyldur«, tók sjálvandi undir við Irak, sum hann tók til »allur heimurin bara stóð og hugdi at«, meðan henda ómenniskjaliga herferð fór fram ímóti landinum«.
Eg spurdi ein, sum eg sat við síðuna av, um hetta vanliga kom fyri, ein tílíkur røðuháttur. Nei, segði hann, hann hevði verið við fleiri ár. Tílíkt hevði helst ikki hent síðani Krutsjov, sovjettiski leiðarin, tók skógvin av og lammaði hann í borið.
Ja, her er so nógv annað av áhuga og fleiri røður, eitt nú um Kuwait, sum fannst at Irak og arabisku londini, sum meira ella minni hildu saman og á sín hátt ávaraðu um álop.
Fund hvønn morgun
Annars møtast vi hvønn morgun inni á donsku ST-missiónini, sum er umboðsstovan har vit fáa fyri-lestrar, frágreiðingar og upplivingar innan ST-arbeiðið. Vit kunnu eisini fylgja nevndararbeiðnum í teimum seks nevndunum, men tær eru ikki veruliga komnar í gongd enn.
Einki er lætt
Ja, hvussu skal heimurin liva í friði, mong hjúnaløg sindrast, smá kommunustýri eru ósamd, løgtingið stríðist, av og á eitt sindur harðliga. Her er talan um 191 lond av øll sløgum, mentan, búskapum, stýrisskipanum og hugsanum.
Í eini av vøkru gongunum stendur áhugaverd mynd av fólkum, sum Nancy Reagan avdúkaði í 1985. Har standa orðini: »Ger ímóti øðrum, tað tú vilt skal verða gjørt móti tær«. Lætt at lesa, men tungt at eftirfylgja.
Í øllum hesum gleðast vit um at fáa loyvi at liva í einum so góðum landi sum Føroyar eru tað.