-Fyrstuhjálp skulu øll duga

Døturnar hjá Gretti Djurhuus, 15 ára gamla Signhild og 9 ára gamla Sanna, eru ikki í iva um, at fyrstuhjálp er nakað, ið øll skulu duga

Signhild og Sanna Djurhuus vóru ikki í iva um, at tað skuldu verða John Heri Mouritsen og Helgi Mortensen, ið skuldu gerast ársins fyrstuhjálparar. Teir høvdu nevniliga útført eitt so stórt bragd, sum at bjarga pápa teirra. Hendingin í septembur mánaði í fjør kom sjálvandi sum eitt stórt sjokk fyri familjuna. Hetta fekk Signhild at tonkja eitt sindur um týdningin av fyrstuhjálp.
-Eg dugi sjálv grundarstigið í fyrstuhjálp, men nú fari eg avgjørt at læra meg tað til fulnar, sigur Signhild.

Kann henda á øllum arbeiðsplássum
Pápi Signhild small um á arbeiðsplássinum. Tí heldur Sighnhild, at tað er sera týdningarmikið, at øll skulu duga fyrstuhjálp.
-Í dag kann tað verða, at onkur av tínum starvsfeløgum smellur um. Um ongin dugir fyrstuhjálp, so kann tað jú enda heilt gali. Tískil er tað sera týdningarmikið, at øll duga fyrstuhjálp, sigur Sighnhild.

Myndatekstur: Sighnhild og Sanna Djurhuus halda tað er sera týdningarmikið at øll læra fyrstuhjálp
Mynd: Jens Kr. Vang