Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í gjár var góðar 15 krónur fyri kilo. Tað er ein króna meiri fyri kilo enn á søluni mikudagin. Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár góð 62 tons av fiski fyri stívliga 938.000 krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,08 krónur fyri kilo. Miðalprísurin fyri tilsamans 54 tons á marknaðinum mikudagin var 14,01.
Mest var av toski og hýsu á marknaðinum í gjár.
Tilsamans 35 tons vóru av toski, mest av toski 4, sløk 15 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 4 var lutfalsliga góður, 14,15 krónur fyri kilo.
Næst størstu toskanøgdirnar var toskur 3, og her var miðalprísurin 17,80.
Góð 18 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 16,78 krónur fyri kilo.
Av øðrum fiskasløgum á marknaðinum í gjár var brosma, góð 4 tons tilsamans. Besti miðalprísur fyri brosmu var 8,30 krónur fyri kilo.