Løgmaður er nú vaknaður. Eftir at hava ligið í dvala í 5 ár. Ella skal nú aftur kannast og kannast, so at onki hendir?
Ongan løgmann:
Seinastu 5 árini hava vit ongan løgmann havt, stórt sæð. Varaløgmaður hevur unsitið løgmansembætið. Hjá sjálvum løgmanni hava undanførslur verið reglan og ikki undantakið. Inntøkurnar hava verið stórar. Og skatturin uppaftur meiri øðiligur.
Onki er hent fyri at lækka skattin at kalla. Og onki hevði hent, um ikki andstøðan tók um endan.
Men á nøkrum økjum er nógv hent.
Miðfyrisitingin:
Tá Agnes Lousie legði at kei, fullfermd, kostaði miðfyrisitingin 54 milliónir krónur. Eftir at Annfinn Kalsberg hevur staðið á brúnni í 5 ár, kostar sama fyrisiting 137 milliónir krónur. Vøksturin hevur verið ótálmaður og skaðiligur. Og samstundis tørvar privatu vinnuni arbeiðsmegi.
Føroyar kunnu stýrast av 3-4 landstýrismonnum. Men Annfinn Kallsberg nýtir nú hesar sessir til ?beskæftighedsterapi? at styðja undir sín sess í Tinganesi - og teir eru nú heilir 9 í tali, 2-3 ferðir fleiri enn enyðugt.
Øll umsitingin hjá Høgna Hoydal eigur at verða niðurløgd beinanvegin - sum tað fyrsta. Hesi umráðir eigur løgmaður at taka sær av.
Við fleiri øðrum økjum er sama óskil.
Almenni sektorurin:
Innan almenna sektorin hevði undir øllum umstøðum verið neyðugt við ábótum og vøkstri. T.d. var neyðugt at pensiónir hækkaðu. Og íløgur í hava ligið á láni máttu og eiga at gerast. Her kunnu nevnast ábøtur í infrastruktur og t.d. Fiskivinnuskúli.
Ríkisveitingin:
Tað er nú púra greitt fyri øllum, at ríkisveitingin ongantíð átti at verið skerd. Tað er mín hugsan, at hesi viðurskiftir áttu at verið tikin uppaftur við donsku stjórnina. Tí tað kann ikki vera rætt, at skeivleikar ið eru tiknir undir leiðslu av einum sovandi løgmanni, nú skulu kosta vælferð hjá gomlum, børnum, longri bíðilistar, at landsverkfrøðingurin steðgar upp o.s.v.
Hesin katastrofali feilur eigur at verða rættaður - um gjørligt.
Skatturin lækkast:
Drepandi skattatrýstið má lækkast fyri at bøta um kappingarføri. Skjøl eru útflýggja til tingmenn, ið greitt vísa, at Føroyar hava nógv hægsta skattatrýst í Europa - og Heiminum. Eitt tað besta gerast kann fyri at fyribyrgja at fyrisitingin hjá løgmanni ikki framhaldandi veksur ótálma, er at lata føroyingar hava meira eftir av tí peningi, ið teir forvinna. So sleppur vinnan møguliga undan at gjalda til fleiri Stýrir og yvirbygningar hjá Fólkaflokkinum, við alsamt økjandi skatti, frá teimum somu.
Góðan morgun:
?Eg skilji væl at løgmaður klórar sær í nakkanum - nývaknaður. Í bestu tíð í Føroyum gevur Fíggjarlógin gevur eitt reelt undirskot í 2003.Yvirskotið á fíggjarlógini er ?kreativ bókføring?. Undir leiðslu av løgmanni
? Ríkisveitingin minka við 1500 milliónum komandi valskeið - uttan konsekvensútgreiningar ella konsekvens. Undir leiðslu av løgmanni.
? Miðfyrisiting vaksin við 150 milliónum og almenni sektorurin við 1000 milliónum uppá 5 ár. Undir leiðslu av løgmanni.
? Skattatrýstið er tað hægsta í heiminum. Undir leiðslu av Fólkafloksløgmanni.
Míni ráð:
Nú Harra løgmaður er vakin, fari eg at heita á hann um at viðurkenna sína ómegd. Leggið frá tygum, og lat aðrar við betri hegni sleppa til. Góðan morgun !
Vinarliga Marjus Dam