120 tons fyri stívliga 1,4 miljónir krónur. Tað gevur ein miðalprís upp á góðar 12 krónur fyri kilo. Hetta var sølan á Fiskamarknaði Føroya í gjár. Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 120 tons av fiski fyri stívliga 1,4 miljónir krónur.
Góð 23 tons vóru av toski, harav nøgdirnar av toski 3 og 4 vóru tær størstu. Miðalprísurin fyri hesar toskastøddirnar var ávikavist 14,04 og 11,41 krónur fyri kilo.
13,5 tons vóru av hvítingi, og besti miðalprísurin fyri hvíting var 9,24.
Eini 10 tons vóru av hýsu. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 10,90 krónur fyri kilo.
34 tons vóru av longu og 24 tons av brosmu. Besti miðalprísirnir fyri hesi fiskasløgini vóru ávikavist fyri longu 16,23 og fyri brosmu 7,40 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 12,26 krónur fyri kilo.