Terji Nielsen
Øll hava vit havt onkra fyrimynd í lívinum. Hjá ungfólki og børnum er tað sum oftast onkur kendur tónleikari, ein kendur fótbóltsspælari ella onkur vælumtóktur sjónleikari.
Hjá summum er tað tíverri so, at fyrimyndin fær ein ov týðandi leiklut í lívinum hjá persóninum, og hetta ger, at talan nærmast verður um eina avgudadyrkan. Tað finnast óteljandi dømir um, at ungfólk eru komin illa fyri, tí at tey hava lagt so nógva orku í at "dyrka"
sínar fyrimyndir.
Góða ávirkan
Tær flestu fyrimyndirnar hava tó eina góða ávirkan á tey, sum hava hesi kendu fólkini, ella hvør tað nú einaferð er, sum fyrimynd.
Óteljandi ungir dreingir ganga við einum dreymi í búkinum, um at teir einaferð skulu gerast eins góðir og kendir fótbóltsspælarar sum eitt nú David Beckham, Michael Owen ella bara okkara egni Todi Jónsson. Hetta sama er galdandi innan fyri nógvar aðrar ítróttargreinar.
Av hesi orsøk gera tey ungu nógv við at venja ítrótt, og summi teirra fáa sær kanska eisini ein sunnari lívsstíl, so at tey kunnu gerast enn betur á sínum øki.
Hetta er jú ikki av tí ringa, men tað skal tó ansast eftir, at tað ikki blívur ov nógv av tí góða, tí at tað eru jú eisini mørk fyri, hvat likamið
hjá einum 15 ára gomlum dreingi, sum stendur í vøkstri, tolir. Tí skal ein verða varin við, at tey ikki venja ov mikið.
Ringa ávirkan
Sum áðurnevnt, so eru tað eisini nógv dømir um, at fyrimyndir kunnu hava ringa ávirkan á ungdóm. Lat tað tó verða sagt beinan vegin, at tey flestu av fyrimyndunum kunnu ikki dragast til svars fyri, at teirra persónur kann hava ringa ávirkan á lívið hjá einum tannáringi heima í Føroyum.
Tó eiga hesi kendu at ansa sær. Tey eru vitandi um, at alheims slaturpressan altíð er í hølunum á teimum, og um tey gera okkurt býtt, so veit allur heimurin tað dagin eftir.
Ein álvarsligt mál, sum er vert at nevna í hesum sambandi, er útsjóndin hjá nógvum av hesum fyrimyndunum. Tað er eingin loyna, at fleiri av fyrimyndunum hjá ungum gentum eru allar tær vakru modellirnar, so sum Naomi Campbell, Claudia Schiffer, Helena Christiansen og Kate Moss. Felags fyri allar hesar áðurnevndu vakurleikakvinnur er, at tær eru sera klænar. Mótaheimurin krevur av sínum modellum, at tær skulu verða klænar, og hetta hevur sína ávirkan á nógvar ungar gentur kring allan heim.
Allar ungar gentur hava ein dreym um einaferð at gerast modell. Tískil ansa tær sera væl eftir, at tær ikki taka upp á og gerast ov tjúkkar. Hetta hevur ført til fleiri dømir, har ungar og vakrar gentur hava ansað sær ov væl eftir, hvat ið tær hava etið, og fleiri av teimum eru vorðnar álvarsliga sjúkar. Tað eru fleiri dømir um, at ungar gentur hava fingið anorexia, og hetta er ein rættiliga álvarslig sjúka. Tær flestu av hesum gentunum hava havt stórar trupuleikar við at sleppa av við sjúkuna aftur, og tað hevur tikið teimum drúgva
ið at gerast frískar.
Ábyrgdin hjá fyrimyndunum
Tað er heilt greitt, at tað hvílir ein stór ábyrgd á herðunum á teimum mongu fyrimyndunum, sum ung hava. Tær heilt stóru stjørnurnar eru greiðar yvir, at tað finnast túsundtals av ungum kring allan heim, sum síggja upp til teirra, og tí skulu stjørnurnar verða verdugar at
síggja upp til.
Uttan iva eru tað nógv, sum til dømis hava eitt nú Liam Gallagher úr Oasis sum fyrimynd, men hann er neyvan nøkur verdug fyrimynd at hava, tá ið man hugsar um hansara lívsstíl. Vit hava jú øll hoyrt um, hvussu hann er niðurundurkomin í rúsevnismisnýtslu, umframt at hann er kendur fyri at oyðileggja kømurini á teimum gistingarhúsum, ið hann vitjar á sínum konsertferðum kring allan knøttin.
Tað skal eisini havast í huga, at nógv ung royna at líkjast sínum fyrimyndum, tá ið tað kemur til klæðir. At stjørnurnar hava nógvar pengar at keypa dýr klæðir fyri er klárt, men tað eru ikki øll foreldur, sum hava ráð til at keypa teirra børnum slík klæðir, ella bara tað sum minnir um.
Tað er tó ikki tað stóra at gera við hetta, tí tað fara altíð at verða bæði góðar og ringar fyrimyndir til í heiminum.