Góð byrjan hjá Ragnari

Ragnar í Haraldsstovu leikti fyri fyrstu ferð við á liðnum hjá Holte, og tó at talan aftur gjørdist um greitt tap, so mundi tað vera ein troyst, at nýggi maðurin varð dagsins leikari

Flogbóltur

Enn eigur Holte fyrsta sigurin á í donsku flogbóltskappingini. Hesa ferð hevði Holte vitjan av HIK Ålborg, og úrslitið av dystinum gjørdist eitt 3-0 tap. Einki er tó at taka seg aftur í, at teir í Holte iðraðu seg um, at tað ikki gekst betur í dystinum. Fram til triðja settið var Holte heilt nær við, og millum annað kann nevnast, at fyrsta settið endaði við 35-33 til HIK. Og at Holte í hesum settinum hevði eina leiðslu við 24-21.
Ein troyst var tó í øllum hesum frá einum føroyskum sjónarhorni. Ragnar í Haraldsstovu er í ár við Holte, og hann fekk sín fyrsta dyst um vikuskiftið. Vanliga hevur Ragnar roynt seg á kantinum, men hesa ferð varð hann settur inn á miðjuna, tá fleiri skaðar órógvaðu vanligu uppstillingina, og sum skilst, so gekk tað fyri tað mesta heilt væl hjá honum. Somikið væl, at hann eftir dystin varð kosin sum besti maðurin hjá Holte, og tað eigur um ikki annað at geva eina grundaða vón um fleiri dystir framyvir.
Komandi vikuskifti vitjar Holte hjá Hvidovre, sum saman við Holte enn hevur fyrsta stigið tilgóðar. Skal Holte hava nakra vón um at koma við til endaspælið í donsku kappingini, so er einki at ivast í, at stig skulu fáast til høldar í teirri uppgerðini.