GÍ føroyameistari hjá unglingum

Fótbóltur: Mánakvøldið vann unglingaliðið hjá GÍ á Svangaskarði uppibornan finalusigur á HB, sum størsta partin av dystinum bert leikti við 10 monnum

Tað er einki at taka seg aftur í, at skipanin av kappingini í unglingadeildini er ikki heilt rættvís. Gjøgnum alt kappingarárið hevur verið spælt í tveimum bólkum, og síðani eru nummar eitt og tvey í bólkunum komin í hálvfinalurnar.

Unglingaliðini hjá B36 og KÍ vóru greiðir vinnarar av bólkunum, men hesi snávaðu bæði í hálvfinalunum, og tískil var góða spælið hjá teimum gjøgnum alt kappingarárið bert lønað við, at liðini bæði spældu um triðjaplássið í Leirvík.

Í staðin dystaðust tveyararnir í bólkunum, GÍ og HB, í finaluni á Svangaskarði mánakvøldið.


Fjálturstungnir HB-arar

Tað sást beinanvegin, tá ið dysturin var bríkslaður í gongd, at teir flestu av HB-leikarunum høvdu fitt av nervum. Teir høvdu hópin av misskiljingum, og longu í fyrsta minutti førdi hetta til, at GÍ fekk eitt fríspark stutt uttan fyri HB-brotsteigin. Frísparkið hjá Súna Olsen brast í tvørstongina, og so vóru HB-arnir ávaraðir.

Tá ið einir 10 minuttir vóru leiktir, var aftur vandi á ferð í HB-brotsteiginum. Eitt horna úr høgru kom væl inn fyri, og har var ein gøtumaður hægstur, men HB-málverjin, Kristin Jensen, bjargaði sera væl.

Einir 14 minuttir vóru leiktir, tá ið ein hending fór fram, sum koma at hava stóran týdning fyri dystin. Liðskiparin hjá HB, Eyðun Højgaard, snýtti fleiri gøtumenn í høgra borði, áðrenn hann spældi ein góðan bólt til Pætur Dahl, sum var staddur beint inni undir GÍ-málinum, men tíverri fyri teir reyð/svørtu, so lá bólturin til kalda høgra beinið hjá Pæturi, og so kundi GÍ fara í skjótt mótálop. Hetta endaði við, at ein GÍ-áleypari slapp leysur, áðrenn hann var steðgaður ólógliga av verjuleikara hjá HB. Hesin fekk sjálvsagt reyða kortið frá dómaranum, og havnarmenninir noyddust tískil at spæla seinastu 76 minuttirnar við 10 monnum.

Hóast HB nú var ein mann minni, so komu teir so líðandi meira við í dystin. Hetta gav eisini úrslit, tá ið farið var um tann hálva tíman. Eftir gott uppspæl frá Eyðuni Højgaard og Kristiani Andersen, endaði bólturin hjá HB-ara tætt undir málinum hjá GÍ, men í fyrstu atløgu hálvbjargaði málverjin hjá gøtumonnum, men í aðru atløgu fekk Jóannes Iversen stýrt bóltin fram við málverjan, og so var HB á odda 1-0.

Hendan støða helt sær eisini til hálvleik, hóast gøtumenn vóru nær við at javna, tá ið einir 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Enn einaferð var tað eitt gott innlegg úr høgru, sum var skallað móti HB-málinum, men enn einaferð var tað ein góð bjarging frá Kristin Jensen, sum forðaði gøtumonnum í at fáa mál.


Gøtumenn góða byrjan

í seinna hálvleiki

Dómarin hevði ikki meira enn bríkslað seinna hálvleik í gongd, áðrenn gøtumenn høvdu lagt bóltin í meskarnar aftan fyri HB-málverjan. Eftir eitt hornaspark hjá GÍ var bólturin skallaður út úr brotsteiginum hjá HB, men staddur nakað til vinstru uttan fyri brotsteigin tók Hans Pauli Petersen hjá GÍ kjansin og langaði til, og bólturin smeyg sær inn við handaru stong.

Málið gav gøtumonnum veruliga blóð upp á tonna, og tá ið einir 10 minuttir vóru leiktir í seinna hálvleiki, løgdu teir seg á odda. Eitt skjótálop endar við, at gøtumenn gerast fýra móti trimum HB-arum, og maðurin við bóltinum slapp sær heilt aftur til baklinjuna, áðrenn hann hegnisliga spældi bóltin út frá til Súna Olsen, sum áraka brotsteigarmarkið langaði bóltin í málið.

Stutt eftir hetta fekk GÍ enn ein góðan møguleika, men málverjin hjá HB bjargaði royndina hjá GÍ-aranum, sum var sloppin um verjuna hjá HB.

Nærum 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið GÍ økti um leiðsluna. Ein bóltur var spældur inn um HB-verjuna til Súna Olsen, og 1. deildarleikarin hjá GÍ var ósvikaliga tryggur, tá ið málverjin kom ímóti honum. Onkur helt, at talan var um rangstøðu, men helst var tað ikki so.

Havnarmenninir brúktu nú sítt seinasta vápn í eini roynd at fáa gøtumenn aftur. Andrew av Fløtum, sum hevur verið meiddur í einar fýra vikur, var sendur á vøllin, og hann vísti skjótt, hví hann er ein av sáttmálabundnu leikarunum hjá HB.

Hann smoygdi sær inn um verjuna hjá GÍ, tá ið knappir 20 minuttir vóru eftir at leika, setti bóltin í málið, og so var aftur bert eitt mál á muni.

Løtu seinni slapp Bárður Mortansson hjá HB ígjøgnum verjuna hjá GÍ, men tíverri fyri hann, so lá bólturin til skeiva beinið hjá honum.

Bert 10 minuttir vóru eftir at leika, tá ið dysturin bleiv endaliga avgjørdur við einum greiðum dómaramistaki. Eitt GÍ álop endar við, at bólturin inni í brotsteiginum hjá HB verður skotin í armin á einum liggjandi verjuleikara hjá HB, sum júst hevði tikið armin fyri seg í fallinum. Verjuleikarin hevði als ongan møguleika at flyta armin undan bóltinum, men dómarin metti løgið nokk ikki støðuna soleiðis, hóast hann var væl staddur. Hann dømdi brotsspark, og tað vóru havnarmenninir alt annað enn nøgdir við.

Tað er eisini í sambandi við slíkar støður, at ein hevur hug til at finnast at teimum álitisfólkum í FSF, sum seta dómarar til dystir. Tað er púra burturvið og púra óneyðugt at seta ein leirvíking at døma eina unglingafinalu millum GÍ og HB, tá ið havt verður í huga, at unglingaliðið hjá gøtumonnum er mannað við trimum leirvíkingum, og at dómarin hevur ein bróður, sum spælir í HB.

Tað skal tó sigast, at dómarin kom heilt væl frá dystinum, hóast hann fekk lítlan og ongan stuðul frá linjuverjunum.

Ivasama brotssparkið setti stóri spælarin hjá GÍ, Súni Olsen, í netið umvegis annan stólpan.

HB fekk tó minkað um munin í seinastu minuttinum, tá ið Magnus Jakobsen, sum er yngri bróður venjaran hjá KÍ, prikaði bóltin í málið eftir eitt hornaspark.


Uppiborin sigur

Tað er eingin ivi um, at gøtumenn vóru betra liðið í finaluni mánakvøldið. Teir vístu tað, sum gøtumenn eru kendir fyri, nevnliga at teir duga framúr væl at stríðast og berjast fyri hvørjum einasta bólti. Hetta er ein eginleiki, sum hevur skaffað besta liðnum hjá GÍ nógv stig til høldar.

HB hevði hinvegin helst teir tekniskt bestu leikararnar á vøllinum, og høvdu teir leikt við 11 monnum allan dystin, er væl hugsandi, at úrslitið hevði blivið eitt heilt annað. Eisini hevði tað hjálpt HB-arunum, um teir høvdu havt Andrew av Fløtum við allan dystin.

Gøtumenn kunnu nú fegnast um sítt fyrsta FM-heiti í unglingadeildini síðani 1986, og teir hava alla orsøk til at verða ernir av dystinum mánakvøldið.