G!Festivalur í Føroyahúsinum

Nú komandi hóskvøld skipar Meginfelag Føroyska Studenta fyri G! Festival café kvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Tónleikur


Á skránni er sitikonsert við besta nýggja bólkinum í Føroyum Boys In A Band, hetta boðar MFS frá í tíðindaskrivi í dag. Her av Planet.fo, fara vit at ynskja teimum góða eydnu við hesum, Boys In A Band er uttan iva Føroya mest lívligi bólkur, og at fáa fólk at sita í frið, meðan teir spæla, tað verður ein sonn avbjóðing. So verður ivaleyst lættari at gera hina framførsluna á kvøldinum til siti konsert. Frálíku Búi Dam og Ása Wraae úr Budam, steðga í Keypmannahavn á vegnum til SPOT-festivalin har tey eins og Boys In A Band og Eivør luttaka. Tá Búi framførir sínar serligu søgusangir, sita fólk rúnarbundin.

Høvuðsfyriskiparin handan G! Festivalin, Jón Tyril, fer at greiða frá bólkunum, og tónleikinum, á komandi G! Festivalið.

Hetta kvøldið verður møguligt hjá MFS limum at ogna sær Festivalpass fyri serligan lima-prís. Fyri at kunnu nýta hetta serliga tilboðið, mugu limirnir persónliga møta upp í Føroyahúsinum, og keypa tað har hóskvøldið.

Tiltakið er ókeypis og øll hava atgongd.

Tey, ið ikki eru limir í MFS, fáa hetta kvøldið høvið at tekna seg sum lim við dyrnar fyri hálvan prís.