Góð hýra og rímiliga góð frítíð

Ein føroyskur línumaður við einum av teimum frægu skipunum tjenar umleið 450.000 krónur um árið og hevur 115 frídagar - Vit hava verið í sjónum umleið 250 dagar í ár og hava fiskað sløk 1100 tons, sum eru seld fyri 16,5 miljónir krónur. Hetta gevur ein manningarpart, sum liggur rundan um 450.000 krónur.

Tað sigur Líggjas Johannesen, skipari á línuskipinum Klakki. Saman við bróðrinum Bethuel eigur hann línuskipið Klakk, og teir báðir skiftast um brúnna.

- Eg haldi tað vera óheppið, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag at kalla leggur upp til, at føroyskir fiskimenn heldur fara til Noregs at sigla, tí umstøðurnar her heima skulu vera so vánaligar.

Skiparin sigur, at Klakkur liggur við bryggju einar 115 dagar um árið.

- Vit liggja í miðal einar tríggjar dagar millum túrar, og síðan liggja vit umleið hálvan annan mánaða um summarið. Aftrat hesum liggja vit einar tríggjar vikur um jóla-og nýggjárshalguna, sigur hann.

Líggjas Johannesen sigur seg ikki hava skilt, at menn eru serliga misnøgdir við umstøðurnar.

- Oljuútreiðslurnar hjá línuskipunum fara av óbýttum, og tí merkir línuflotin ikki á sama hátt hækkingina í prísunum sum eitt nú trolaraflotin undir Føroyum ger, sigur hann.