Góði stimin heldur fram

- Nú trý umfør resta í FM-liðkappingini, eru teir úr Sandavágs Talvfelag trý stig fremstir. Teir vunnu í vikuskiftinum 4-0 á einum heldur viknaðum Klaksvík 2. Torkil Nielsen vann enn einaferð og hevur nú sjey stig av sjey møguligum

Havnarmenn fingu ikki fult móti Sandavági 2. Teir høvdu heldur ikki støður til meira og eiga tí at vera glaðir fyri 3,5 stig.
Klaksvíkingar hanga so dánt í toppinum. Teir vunnu á vestmenningum, men nógv bendir á, at teir helst vera ov stuttir í ár til av álvara at hótta.
Áttanda og triðseinasta umfar verður 27. februar. Tá taka klaksvíkingar ímóti toppliðnum úr Sandavági, og havnarmenn kunnu kanska hála seg nærri toppinum við góðum úrsliti móti Klaksvík 2.
Framvegis er einki avgjørt, tí havnarmenn kunnu við góðum endaspurti avgera tað sjálvir. Í 9. umfari, sum verður 6. mars, hitta teir nevniliga sandavágsmenn í sonnum toppdysti.

7. umfar:
Sandavágur - Klaksvík2 4-0
Havnin - Sandavágur2 3,5-0,5
Vestmanna - Klaksvík 1,5-2,5

Støðan
Sandavágur 23,0
Havnin 20,0
Klaksvík 16,5
Vestmanna 12,5
Klaksvík2 7,5
Sandavágur2 4,5