Góðir karmar, manglandi áhugi

Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum í kvøld. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp. Norðurlandahúsið hevði saman við vinnuframastovninum stápla eitt imponerandi tiltak upp á føtur, verður hugt burtur frá framførsluni hjá svenska Jonas Molinder var tónleikurin á høgum støðið. Ljóðið var alla tíðina gott, og ljósið, ið ljóssnillingurin Egil B. Hansen stóð fyri, var so ófatiliga flott. Her var stutt sagt lagt upp til eina stórsligna tónleikauppliving.

 

Tað tykist tó greitt, at Atlantic Music Event, uttan kappingina í Prix Føroyar finalan gav, hevur mist nógv av áskoðaratokkanum. Talan mundi neyvan vera um stórt fleiri enn 2-300 fólk í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, og hetta er als ikki nokk fyri at skapa rætta stemningin.

 

Bólkarnir fingu tó flest allir gott burturúr, og tyktust ikki darvaðir av manglandi áskoðarunum. Stóra hæddarpunktið var endin, tá Sic blásti alt um koll við sínum harða og kontanta treski málmi. Áðrenn tað hevði tónlistarliga ferðin gingið gjøgnum ivasaman sangskrivaratónleik við svianum Jonas Molinder, sveimandi rokk við Gestum, vakrar balladur við Angu Motzfeldt, popp/rokk við Marius, danskan dreymarokk við AVE og loysingarpunk við 200.

 

Tað er tó væntandi, at munandi fleiri áskoðarar fara at leita sær í Norðurlandahúsið í morgin, tá nærum øll høvuðsnøvnini eru á skránni, bólkur við breiðum áhoyraraskara sosum Lena Anderssen, Deja Vu, Høgni Lisberg og Eivør. Umframt bæði tey spennandi útlendsku nøvnini AMPOP, Grand Island og Die Dumme Dänen