Síðan í summar hava Theresa Thuridardóttir Kreutzmann og Ingibjørg Berg arbeitt við at menna ferðavinnuna í Suðuroy. Tær báðar hava ráðgevingarfyritøkuna, CommIT. Theresa Kreutzmann sær fleiri ting, sum gera Suðuroynna áhugaverda í ferðavinnuhøpi.
- Suðuroyggin liggur fyri tað fyrsta fjarskotin í mun til hinar oyggjarnar. Tað, at mann skal sigla har til, ger hana spennandi og heilt serstaka fyri ferðafólk, sigur hon og vísir víðari á, at Suðuroyggin í sær sjálvum er áhugaverd, tí allar kommunurnar hava hvør sítt sereyðkenni.
- Allar bygdirnar frá Sandvík til Sumba hava okkurt ymiskt at bjóða uppá. Higartil hava ov fá organiserað tilboð verið til ferðafólk, og mann kann tí arbeiða við ymsum verkætlanum í hesum ymsu økjunum.
Suðuroyggin uppløgd til gongutúrar
Eitt ferðavinnutilboð, sum Theresa Kreutzmann heldur hevði verið áhugavert fyri suðuroyingar at ment meira, eru gongutúrar.
- Aðrastaðni í heiminum skal mann vera ein rímiliga royndur fjallagangari fyri at ganga í fjøllunum. Men í Suðuroy eru nógvir túrar, sum tey flestu fólk í roynd og veru væl klára at ganga, sigur hon og vísir á túrin millum Hvalba og Fámjin, túrin niðan á Nakk, niðan á Eggjarnar í Vági og Beinisvørð, har mann kann koyra longsta strekkið við bili, sigur hon.
- Tað er lætt at ferðast í náttúruni í Suðuroy, og hetta ger tað sera einfalt fyri ferðafólk. Mann hevur nakrar heilt ekstremt vakrar náttúruupplivingar, sum eru lætt atkomiligar, uttan at mann skal brúka tímar uppá at koma har til. Uppá hendan mátan hevur Suðuroyggin nakað, sum aðrar oyggjar í Føroyum ikki hava, sigur Theresa Kreutzmann.