Góð líkindi til VFF Cup í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum greiða frá kappingini, sum byrjaði klokkan 13

Í dag er VFF Cup á skránni, har sjey effolið og tvey 1. deildarlið fara kappast.

 

Spælt verður bæði á ovara vølli í Gundadali, á niðara vølli og á Tórsvølli. Á myndini sæst hvørji lið eru í hvørjum bólki. GH er stytting fyri Giza-Hoyvík og Suð er stytting fyri TB/FC Suðuroy/Royn.

 

Øll effoliðini uttan Víkingur, Skála og ÍF taka lut í kappingini. Úr 1. deild taka Giza-Hoyvík og B68 lut.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum greiða frá kappingini.