Forstjórin í A. P. Møller-Mærsk, Nils Smedegaard Andersen nýtist ikki at sutta fingrar í hesum døgum. Hann hevði eina metta inntøku í fjør upp á 27 milliónir. Stak góða úrslitið hjá A. P. Møller-Mærsk ger, at tað drýpur á stjórarnar.
Upplýst verður í roknskapinum, at leiðslan hevur fingið tilsamans 99 milliónir krónur í løn. Hetta er í meðal 19,8 milliónir krónur til teir fimm í leiðsluni, men tá vanligt er, at forstjórin fær 50% meira í løn enn restin av leiðsluni merkir hetta, at Nils Smedegaard Andersen í fjør hevur fingið eina ársløn á 27 milliónir krónur.
Í 2009 var árslønin hjá forstjóranum 18 milliónir krónur, so hann hevur haft eina lønarhækkan upp á 50% í fjør, skrivar Berlinske Tidende.