G! MINI í Auto

Í Gøtu vænta tey nógv fólk í vikuskiftinum, og nú verður eitt sindur lættari hjá Havnafólki at ogna sær atgongumerki til tiltøkini.
Fleiri hava seinastu tíðina vent sær til fyrireikararnar og víst á tað óhepna í, at atgongumerkini, sum eru galdandi til G! MINI og Víkingadagar, ikki eru at fáa til keyps eftir vanliga upplatingartíð. Hetta gera fyrireikararnir nakað við nú, og frá í dag, fram til festivalurin byrjar í vikuskiftinum, ber nevniliga til at keypa atgongumerkini í Auto í Havn.

 

Tað er løgið, at vit ikki hava hugsað hetta fyrr, tí Auto, sum er opið 24 um samdøgrið, er sera vælegnað júst til tílíka sølu, stendur á heimasíðuni hjá G! MINI.

 

G! MINI og Víkingadagarnir byrja í vikuskiftinum og eru í ár partur og framhald av stóra hátíðarhaldinum ?Tróndardagar? til heiðurs fyri Trónd í Gøtu. Skráirnar fyri tiltøkini eru komnar út og eru at finna á heimasíðunum www.gfestival.fo og www.vikingur.fo, har tú eisini kanst kunna teg um bussar, bátar og annað í samband við stóru veitsluna í vikuskiftinum.

 

Atgongumerkið til G! MINI er eisini galdandi fyri Víkingadagarnar og kann umframt Auto eisini keypast í Kunningarstovuni í Havn og Shell støðini í Gøtudali.