Tað kann tó tykjast møtimikið at fara út við børnunum tá ein endiliga hevur fingið frí, men við eitt sindur av fyrireiking, kann tað gerast hugaligari og lættari at fara avstað.
Børn eiga, eins og vaksin, at røra seg dagliga. Rørsla er eitt av 8 kostráðunum, og Sundhedsstyrelsen mælir til, at børn røra seg í minsta lagi 60 min. um dagin. Hetta kann t.d. verða við at fara ein túr í náttúruni, eins og við rørsluspølum. At spæla halda børnini sum oftast verða stuttligt, og serliga hugaligt er tað, tá tey vaksnu eru við.
Her eru nøkur góð ráð frá Gigni:
• Verð fyrireikað/-ur til góðu løturnar.
• Pakka eina tasku, sum er tøk, tá hguskotið kemur at fara ein túr í náttúruna. So skal ikki nýtast tíð til at finna alt fram, sum tit skulu hava við. Tað kann t.d. vera ein taska við koppum, tallerkum, einum teppi og t.d. einum bólti ella frispi, at spæla við. Eisini kann vera gott at hava ein posa við, til ymiskt sum børnini finna í náttúruni so sum steinar, blómur, kygd v.m.
• Tykkum nýtist ikki at fara so langt. Gangið ein stuttan lættan túr og finn ein turran hugnaligan blett, har tit kunna steðga á og møguliga eta ein bita ella bara hugna tykkum og/ella spæla saman eina løtu.
• Pakka nátturðan í taskuna og et náttúrðan úti í náttúruni saman við børnunum.
Tað snýr seg ikki um at skula ganga upp á høg fjøll, ella at ganga langar túrar, men at geva børnunum ta jaligu felagsuppliving, sum náttúran gevur okkum, tá vit sita ella ganga í henni - og ikki minst um vit eisini kunna njóta ein góðan bita saman.