Hóast flyltingarvindeygað ikki letur upp fyrr enn 18. juni, so er ætlanin, at nýggi maðurin skal fáa pláss í hópinum alt fyri eitt. Fyrr í ár var nevnliga ætlanin, at Leandro Temeroso da Silva skuldi royndarvenja við GÍ. Ta ferðina gjørdist venjingin av ongum, men øll praktisk viðurskifti kring spæliloyvið vórðu kortini greidd, skilst.
Nú kemur spælarin so til Føroya, og so verður tað upp til hansara at sannføra GÍ-venjaran um, at hetta er maðurin, sum veruliga kann skora neyðugu málini fyri felagið.
Andreas Poulsen, formaður í GÍ, sigur, at da Silva er 23 ára gamal áleypari, sum áður hevur spælt við ymsum feløgum í Brasil og Venezuela.