Tíðindaskriv
Tá ið risastóri enski Glastonbury festivalurin um tveir mánaðir letur dyrnar upp, verður tað fyrsta, teir 137.500 gestirnir hoyra, eitt suð av samiskum kavaflykrum. Joik-duoin Adjagas hevur fingið æruna at opna Glastonbury í ár. Og fáar vikur seinni standa lítillætnu sámarnir við framúr góðu ummælunum á palli í Syðrugøtu.
Joik til Føroyar
Reinsdjóratunga og køld epli afturvið vóru á borðinum einastaðni í Oslo. Tað var kvøld, og aðrastaðni í býnum gingu tey, sum allan dagin høvdu hoyrt smartan og nýggjan tónleik á einum av teimum heilt kulu festivalunum, nú við pinnamati og vínglasi í hond og minglaðu. Men í íbúðini var meira friðarligt. Tveir stillisligir sámar, ein norskur tónleikavinnulívsmaður og stjórin á G! Festival sótu og skóru sær tungu og epli í passaligar bitar. Og gjørdu av, at føroyingar skulu í ár hoyra undrunarsama dýrgripin úr sámiskari mentan, joik. Framførdan av hesum somu stillføru fólkunum við borðið. Ein kvinna og ein maður. ”Adjagas”
nevnast tey. Orðið er sámiskt, sjálvsagt, og merkir ”sinnisstøðan millum svøvn og vøku.” Tá tú droymir og er vakin í senn. Navnið er valt, tí tað er í hesum løtum, at joiksangurin kemur til fólk. Hann kemur sjálvur.
Tað nyttar ikki at ætla sær at skriva ein joiksang. Tá hevur hann onga sál. Joikurin má koma, tá hann ætlar sær. Tí hava summir joiksangarar altíð fartelefonina við songarstokkin. So teir kunnu upptaka joikin, so skjótt teir eru meira vaknir enn sovandi.
Sera vælumtókt
Tað eru tey bæði, Sara Marielle Gaup og Lawra Somby, sum mynda Adjagas.
Bæði hava sín uppruna úr sámiska samfelagnum, hóast Lawra er uppvaksin í Oslo. Sara er úr Kautokeino, úr norska partinum av Samalandi.
Sjálvt um bólkurin bert hevur 3 ár á baki, hava tey longu sligið navn sítt fast sum ein hin gitnasti og størsti bólkurin, sum í seinastuni er sprottin úr dynamiska, norska tónleikaumhvørvinum. Bólkurin er eftir sera stutta tíð vorðin so vælumtóktur, at hann skal vera einki minni byrjanarnavnið á størsta pallinum á ársins Glastonbury festivali, sum er nógv størsti tónleikafestivalur í Bretlandi. Og nú, sum liður í teirra umfatandi Europatúri í summar, vitja tey eisini ársins G! Festival.
Einfalt og nakið
Tað er ikki við buldri og braki, at bólkurin hevur vunnið sær tokka – men heldur við at tøla og binda við sínum vakurt viðbreknu sangum og lítillætnu framførslum, sum einamest minna um eina kavaflykru frá samisku fløtunum.
Tónleikurin, tey spæla, er fyrst og fremst sermerkta joikið, ið minnur um indiánarasang við nærum hypnotiskari atdráttarmegi. Fyri tey er hetta eitt djúpt persónligt og inniligt útrykk og tað er sangurin ella sjálvt joikið, sum er í fokus í teirra framførslum. Saman við teimum á palli eru dugnaligir, norskir tónleikarar á eitt nú trummum, guitara og banjo.
Bergtiknir ummælarar
Hesin serligi siðbundni sangháttur hevur longu bergtikið eina altjóða áhoyrarafjøld, takkað verið fólki sum finlandssamanum Mari Boine, men Adjagas eru nakað annað og serligt, og skapa nýggjar og vakrar joiksangir. Fyrr í ár kom út sjálvnevnda fløga teirra á bretskum plátufelagi, og hevur hon bergtikið ummælarar í Bretlandi. Samanberingin við Sigur Rós og Cowboy Junkies er nærliggjandi, og verður íðiliga brúkt av bretskum og amerikanskum ummælarum.
Minnið um ein fuglavong
”Joik er endurskapanin av einum eygnabrái, eini kenslu, einum minni um, hvussu ein fuglavongur spakuliga rínur við tín kjálka, ella roykinum frá grúgvuni, og hvussu hann kann mana fram minnir. Joik snýr seg um at draga minnini inn aftur í ljósmálan, at gera tey tøk og bjóða nýggjum inn í hesa serligu verð”, siga tey sjálvi á myspace heimasíðu síni.
Kom við, trín inn í hesa serligu verð og lat teg ganda og tøla av joikduoini, Adjagas, tí hetta borgar bert fyri eini rørandi og intimari løtu á Gøtusandi.
Uppliv Adjagas á myspace.com/adjagas