G! skotið í gongd

Seinnapartin í dag byrjar atgongmerkjasølan til tónleikafestivalin í Gøtu

Í dag klokkan 15.00 byrjar atgongumerkjasølan til G! Festival 2014.

 

Eins og seinast verður lagt út við einum serligum avmarkaðum tilboðið galdandi fyri tey fyrstu 300 vikuskiftispassini. Í ár eru so eisini 300 tjaldingarpass til sølu fyri serprís.

 

Í báðum førum er møguligt at spara áleið triðingin í mun til prísin við dyrnar.

 

Tilboðið fæst uttanfyri Expert í SMS, á G-skrivstovuni í ovaru hæddini í Valhøll í Syðrugøtu og heimasíðuni hjá G! Festivalinum.

 

Seinasta ár tók tað minni enn tveir tímar til útselt var, so tað kann loysa seg at vera kvikur.

 

Børn upp til og við 12 ár sleppa ókeypis á G!

 


Og skuldi onkur havt gloymt hvussu tað er at vera á G!, so hava Nephew gjørt eitt videolag, sum lýsir teirra uppliving av festivlinum. Síggj videolagið her