Gíslatøkan í týska býnum Karlsruhe fyrrapartin kravdi trý ella fýra mannalív. Tað sigur løgreglan við tíðindastovuna AFP, og Reuters veit at siga, at fýra fólk eru deyð.
Sambært fjølmiðlunum bleiv gerningsmaðurin í øðini, tí hann skuldi úr íbúðini, sum hann búði í, og tað endaði við, at hann tók tey gíslar, sum vóru komin at koyra hann út.
Løgreglan er sera varin við upplýsingum, men sambært fjølmiðlunum eru gíslatakarin og tríggir av gíslunum deyðir.