G! á SPOT-festivalin

Umframt luttøkuna av Eivør, Boys In A Band og Budam á SPOT-festivalinum, skipar G!Festivalurin fyri tiltaki á ídnaðarfestivalinum í Århus.

G! tiltakið verður fríggjakvøldið eftir miðnátt í vældámda spælistaðnum Studenterhuset, har Boys in a Band, Budam og onnur G!-aktuell listafólk fara á pallin.

 

Samstarvið við SPOT er eitt av mongu sambondunum, G!Festivalurin hevur knýtt til tónleikavinnu í Evropa, sigur G! Festivalurin í tíðindaskrivi.

 

G! Festival hevur seinastu árini samstarva við m.a. Atlantic Airways, Norðurlandahúsið/AME og Menningarstovuna í arbeiðinum at skapa tónleikasambond út í heim, so føroyskir tónleikabólkar kunnu sleppa út um landoddarnar at royna flogið. nevnast kann samstarv við Iceland Airwaves í Íslandi, Øya og By:larm í Noregi, Eurosonic í Hollandi, eitt komandi GBOB í London, goNorth og Rockness í Skotlandi, SPOT í Danmark umframt onnur.

 

Í ár eru fleiri týðandi fet tikin hesum viðvíkjandi og G! er tildømis vorðið limur í ETEP (European Talent Exchange Program), sum arbeiðir fyri, at tónleikarar í Europa ferðast út um síni egnu landamørk at spæla.

ETEP er rótfest í mest týðandi europeiska sýnisglugga festivalinum, Eurosonic, skrivar festivalurin.

 

G! aktuellir bólkar á SPOT í ár:

Eivør Pálsdóttir

Boys in a Band

Budam

Petur Ben (IS)

Hatesphere (DK)