GÍ stríddist og vann

GÍ-KÍ 1-0 (1-0):

Botnliðið úr Gøtu fekk kærkomnan sigur ímóti KÍ, sum nú er næstniðast í 2. deild

 

2. deild


Tað kom bara eitt mál í dystinum, tá næstbesu liðini hjá GÍ og KÍ hittust í Sarpisgeði sunnudagin. Bæði liðni liggja í skeiva endanum av 2. deild, og serliga fyri GÍ, sum var og er aftast, hevði tað týnding at vinna dystin ímóti einum av liðunum, sum teir ætla sær upp um.

Tað eydnaðist eisini gøtumonnum at vinna, og tað gjørdu teir við einasta málinum, sum kom í dystinum. Tað vóru spældir einir 35 minuttir, tá eitt gott innleg úr vinstru síðu endaði hjá vongverjanum, Johnreid Dalheim. Hann smekkaði til fyrstu ferð, og bólturin streky flatt í málið við handara stólpa. Eitt gott mál.

KÍ hevði nógv spæl, og teir komu eisini til onkrar kjansir. Verjumaðurin, Poul Juul Vilhelmsen, hevði gyltan møguleika eftir ein lítlan hálva tíma, men hann sendi innleggið upp um málið. KÍ-málverjin bjargaði eisini væl, tá brasilsi álopsspælarin hjá GÍ kom í góða støðu.

Eilev Sivertsen, sum var við hjá KÍ fyri fyrstu ferð í ár, hevði góða frísparksroynd. Bólturin rakti ein GÍ-fót og streyk fram við øðrum GÍ-stólpanum.


KÍ nógv spæl

Í seinna hálvleiki hevði KÍ leikliga yvirvág, men gøtumenn royndu at gera skjótt av, tá teir fóru í álop. Hesum spurdust onkrar vandamiklar støður burturúr, men tað vóru fáir upplagdir kjansir.

Magni Jarnskor var við á GÍ-liðnum, og hann dugdi væl at stýra spælinum. Magni gjørdi ikki so nógv hóvasták burturúr, men hann vann nógvar bóltar og spældi teir skilagott frá sær allatíðina.

KÍ royndi at bróta ígjøgnum í síðunum, har serliga Torleif Eyðun Petersen ofta kom ígjøgnum, men støðurnar gjørdust sjáldan veruliga vandamiklar. Olgar Danielsen hevði góða skotroynd, men GÍ-málverjin bjargaði heilt uppi við tvørstongina. Í øðrum støðum kláraðu GÍ-verjuspælararnir at blokera skotroyndunum frá KÍ?arunum.

Seinastu minuttirnar av dystinum spældi GÍ við 10 monnum, eftir at aftasti maður, Anton Skoradal, var vístur av vøllinum. Hann fekk sítt næsta gula kort fyri at brúka hondina. Men tað spurdist ikki meira burtur úr álopsspælinum hjá KÍ, og í hinum endanum var tað um reppið, at GÍ-spælararnir komu ígjøgnum í onkrum støðum.


GÍ-KÍ 1-0 (1-0)

1-0: Johnreid Dalheim