­ Góðtekur Olofson ikki lógirnar, kann hann siga seg úr starvi

Hans J. Joensen, biskupur, sigur, at um Peter O. K. Olofson, prestur ikki vil ganga undir somu lógum sum hinir prsetarnir, so er einasti møguleiki, at hann fær sær annað starv

Hans J. Joensen sigur seg fata mótmælisskrivini, honum eru send, soleiðis, at fólk í Fuglafjarðar prestagjaldi ynskja at Peter O. K. Olofson skal fáa víðkaðar heimildir, so at hann hevur avgerarrættin fyri, hvør og hvussu verður prædika í prestagjaldinum.

­ Hetta ber als ikki til. Peter O. K. Olofson má ganga undir somu lógum, sum hinir prestarnir í Føroyum. Hann kann ikki fáa víðkað vald, tað stríðir eisini ímóti prestalyftinum, hann sjávur hevur givið, sigur Hans J. Joensen, biskupur.


300 fólk mótmæla

Hans J. Joensen hevur fingið skriv, har 300 fólk mótmæla teirri viðferð Peter O. K. Olofson hevur fingið í starvi sínum. Tey halda, at presturin sjálvur eigur at avgera, hvør sleppur at prædika í kirkjunum í hansara valdømi, og harafturat mótmæla tey, at bispur hevur givið loyvi til at nýta lestarbókina ³Lívið spratt av kærleiksrót3. Tey halda, at bispur ikki hevur røkt sínar uppgávur nóg væl.

Tá vit í gjár royndu at fáa viðmerking frá teimum, ið skrivað hava brævið til bisp, høvdu tey onga viðmerking til málið, men bispur sigur, at Olofson fær ongar sersømdir.



Kirkjufólkið í Gøtu mótmælir

Í 1989 kallaði Fuglafjarðar pretsgjald eftir nýggjum presti.

Tað varð biðið nógv eftir at fáa bíbliutrugvan prest.


Peter O. K. Olofson varð kallaður, og vígdur av Eivind Vilhelm, bispi í Fuglafjarðar kirkju 18. juni 1989. Við hesa guðstænastu varð biðið m. a. soleiðis:


³Almægtige, evige Gud, vor Herres Jesu Kristi Fader! Vi beder dig, at du vil give os trofaste , fromme forkyndere og lærere af dit ord, og ved din Helligånd bevare dem, som du giver os, i den rette og sunde lære dygtiggøre dem til frimodigt at forkynde Jesu Kristi evangelium og gendrive al falsk lære, og til et helligt og ulasteligt levned at ære deres tjeneste, for at din menighed hos os må bevare og opbygge på den eneste sande grundvold, Jesus Kristus, din enbårne søn, som med dig lever og regerer i Helligånds enhed, een sand Gud fra evighed og til evighed!3


Vit eru takksom fyri at hava fingið ein prest, sum heldur seg til ta evangelisk- luthersku læruna, sum er tann læran, kirkjan stendur fyri. Fuglafjarðar prestagjald hevur í dag ein prest, sum vísir sera stór ábyrgd fyri sínum prestagjaldi. Hann t alar Guðs orð klárt og reint, og kennir tað sum sítt kall at vegleiða kirkjuliðið.

Tað skapar álit og tryggleika fyri okkum, sum hoyra til Fuglafjarðar prestagjald, at hava ein prest, sum í síni samvitsku er bundin til tað prestalyfti, hann hevur givið, og at hava álit á, at tað, ið hann boðar, er í samsvari við Guðs orð. Tí er tað óskiljandi, at tygum, Føroya biskupur, hava tikið Peter O. K. Olofson, prest, av ræði í fýra førum, har hann, út frá síni samvitsku og prestalyfti kendi seg noyddan at nokta:


1. Tá ið ein kvinnuligur prestur fekk loyvi frá bispi at halda ta regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1991


2. At dómpróvstur fekk loyvi frá bispi at halda ta regluligu guðstænastuna í Elduvíkar kirkju í 1995


3. At biskupurin gav loyvi til, at tað skuldi verða lisið úr lestrarbókini ³Lívið spratt av kærleiksrót3 í 1996 í Elduvíkar kirkju.


4. At ein kvinnuligur prestur fekk loyvi at prædika við t a regluligu guðstænastuna í Fuglafjarðar kirkju í 1998.


Slíkt kann virka til at klovningur kemur í kirkjuliðið.


Tygum, Hans J. Joensen, biskupur, eru av tí ³Evangelisk- Luthersku kirkjuni3 valdur at vera hirði hjá seyðunum.



Frítíðararbeiðið við Gøtu kirkju

tann 25/1 - 1999



Olofson kann ikki fáa sersømdir

Tygum hava saman við Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Sólfríð Heinesen og Dan Eliasen handað mær skriv við u.l. 250 undirskriftum, har tit heita á meg um »at virða tað, at prestur okkara hevur ábyrgd av, hvør ið skal prædika við kirkjuliðsins regluligu gudstænastur og hvørjar lestrarbøkur verða lisnar í okkara prestagjaldi, sjálvsagt í samsvari við Guds orð«.

Sum biskupurin og hinir prestarnir í føroysku kirkjuni hevur eisini tykkara prestur í prestalyftinum lovað, at »leggja sær nær við at prædika Guds orð reint og rætt, soleiðis sum tað finst í profetisku og apostólsku skriftunum og í symbolsku bókum evangelisk-luthersku kirkju okkara, við virðing og sóma at fara um hini heilagu sakramentini eftir Jesu Krists fyriskipan, og her sum í øllum øðrum førum virka í samsvari við tær forskriftir, sum galdandi eru fyri fólkakirkjuna,? og á øllum økjum innan tænastu sína halda kirkjuligar lógir og fyriskipanir«. Og hesum lyfti eru vit øll bundin av - eisini tá tað snýr seg um at halda kirkjuligar lógir og fyriskipanir.

Mær vitandi er eingin broyting farin fram í teirri avmarkaðu ábyrgd og tí avmarkaða rætti, sum sóknarpresturin hevur at gera av, hvør ið skal prædika við gudstænasturnar í kirkjum hansara. Biskuppurin hevur aldargamlan rætt (smb. Norsku Lóg 2-11-3) at lata aðrar prestar prædika í øðrum kirkjum enn teirra egnu, og henda rætt havi eg onga ætlan um at lata frá mær. Og sambært § 3, stk. 1 í lóg um brúk av kirkjum v.m., sum tit fingu avrit av, kunnu »een eller flere af et sogns eller sognedistrikts til folkekirken hørende beboere begære, at der gives en anden præst i folkekirken end den eller de ved kirken ansatte lejlighed til at benytte kirken i noget af de i § 1, stk. 1, nævnte øjemed«. Hendan rætt hava kirkjufólk í Fuglafirði tvær ferðir nýtt. Í báðum førum hevur sóknarprestur teirra noktað at geva viðkomandi presti hetta loyvi, og í báðum førum hava tey so, sum lógin heimilar, lagt málið fyri meg til avgerðar. Tá eg onkra orsøk havi funnið til at sýta áheitan teirra, og tá lógin, sum eg í prestalyfti mínum havi lovað at hildið, og sum eg eisini sum tænastumaður hava skyldu at halda, gevur teimum henda rætt, havi eg givið loyvi til, at viðkomandi prestur fekk loyvi at nýta kirkjuna, tá ið sóknarpesturin ikki hevði gudstænastu har. Soleiðis havi eg gjørt, og soleiðis fari eg at gera í framtíðini, tí hetta er einfalda skylda mín. Og sjálvsagt er ábyrgdin mín, og ikki sóknarprestsins.

Hini bæði førini, sum tit nevna í skrivi tykkara, geri eg ongar beinleiðis viðmerkingar til. Tey snúgva seg um Elduvíkar kirkju, og haðani havi eg onga viðmerking ella áheitan fingið.

At enda loyvi eg mær at gera vart við, at kundi áheitan tykkara verðið eftirlíkað, kom hon at skapa slíkar umstøður í kirkju okkara, at ein og hvør prestur kundi nokta øðrum prestum kirkjur sínar. Til dømis kundi tá ein sóknarprestur, sum ikki kennir seg heima innan Heimamissiónina, forðað fyri heimamissiónsprestur slapp at prædika í kirkjum hansara og at rætturin hjá kirkjufólkinum at biðja um, at einum øðrum presti verður givið loyvi at nýta kirkjuna til gudstænastu, ikki longur var til. Tá mong tykkara virka innan Heimamissiónini, undrar tað meg, at tit í kirkju okkara vilja skapa umstøður, sum gera tað møguligt at útihýsa heimamissiónsprædikuni úr ávísum kirkjum í Føroyum.

Tá einki umboð er viðmerkt á skrivinum frá kirkjufólki í Leirvík, fari eg at loyva mær vinarliga at biðja tygum um at bera so í bandi, at tey fáa viðlagda brævbjálva, sum svar mítt til teirra er í.


Vinarliga

Hans Jacob Jonesen