StÍF-GÍ/Tjaldur 21-19 (11-12)
Tað var nær við, at GÍ/Tjaldur gjørdi tað sama móti StÍF sunnudagin, sum tær gjørdu móti VÍF mikukvøldið. Tá vunnu tær ikki sørt óvæntað, og á Skála sunnudagin vóru tær á odda stóran part av dystinum, men gjørdust ov stuttar móti endanum.
Ein av orsøkunum til hetta var Sóley Mikkelsen, sum er greitt týdningarmiklasti spælarin hjá StÍF. Sunnudagin skeyt hon níggju mál sjálv og hevði eisini fleiri fríspælingar inn á strikuna, fyrst og fremst til Alis Høghamar, men eisini til Jensiu Lamhauge, sum kom inn í seinna hálvleiki og skapti ófrið í verjuni hjá GÍ/Tjaldrinum. Hesar fríspælingarnar góvu antin mál ella brotskast. Sóley skeyt øll brotskøstini hjá StÍF og fekk fulla úrtøku úr øllum, fimm í tali.
GÍ/Tjaldrið var annars á odda allan fyrra hálvleik, tó ongantíð við meira enn tveimum málum. Hálvleiksstøðan var 12-11 til útiliðið, og hetta helt fram væl inn í seinna hálvleik. Tá tólv minuttir vóru farnir, var støðan 17-14 til samansetta eysturoyarliðið, og nógv bendi á, at tær fóru at tryggja sær okkurt stigið afturat eftir óvæntaða sigurin á VÍF fáar dagar frammanundan.
Men seinni parturin av seinna hálvleiki var ikki góður fyri GÍ/Tjaldrið. Tá fingu tær bert tvey mál, meðan StÍF fekk sjey. Sostatt vann StÍF dystin 21-19 og kom heilt upp á triðja plássið. GÍ/Tjaldrið verður standandi á fýra stigum, men framgongdin hevur seinastu dystirnir verið eyðsýnd.
Liðið er nýtt, og spælararnir kenna ikki allir hvønnannan so væl enn, men tað gongur rætta vegin. Nú koma málini eisini, og sunnudagin skoraðu allar tær sjey, sum spæla úti.
Ein veikleiki er í verjuni, har tað koma nógvar útvísingar og brotskøst. Einu løtuna spældi GÍ/Tjaldrið við fýra útispælarum móti seks hjá StÍF, og tílíkt kostar, ikki minst í orku.
Ein týðandi vend í dystinum sunnudagin kom, tá liðskiparin Kristine Ellingsgaard fekk sína triðju útvísing, tá góðir fimm minuttir vóru eftir. Har var eitt hol eftir henni í miðverjuni, og hóast StÍF longu tá var tvey mál frammanfyri, var dysturin á ongan hátt avgjørdur.
Tað bleiv hann ein minutt seinni, tá Sóley setti sítt fimta brotskast í netið og skoraði til 20-17. Hóast GÍ/Tjaldrið ikki gav upp, var munurin ov stórur nú, og StÍF vann 21-19.
StÍF er nú aftur komið upp millum tey fremstu, eftir at tað fyri fáum døgum síðani sá út til, at tær høvdu mist ov nógv stig til at gera seg galdandi. Tað eru framvegis seks stig upp til Kyndil, men StÍF hevur framvegis góðan møguleika fyri í øllum førum at varðveita silvurkrónurnar frá í fjør, og harafturat eru tær framvegis við í steypakappingini, har tær í annaðkvøld skulu til Klaksvíkar at verja eitt máls leiðsluna frá fyrra dystinum móti Stjørnuni.
GÍ/Tjaldrið skal komandi sunnudag til Vágs at spæla móti hinum botnliðnum í kappingini. Um tað eydnast GÍ/Tjaldrinum at vinna tann dystin, hava tær góðar møguleikar fyri at varðveita liðið í bestu deildini.