Í Gøtu ein dag

Skúlabørnini í Gøtu Skúla sýndu fyri jól fram úrslitið av evnisviku, tey høvdu havt í samband við 1.000 ára haldið

 

Skúlagongdin í Gøtu Skúla var øðrvísi seinastu vikuna fyri jól, enn hon vanliga plagar at vera. Hesa vikuna høvdu børnini ikki undirvísing í skúlastovuni, men høvdu eina evnisviku í samband við 1.000 ára haldið, sum var við at enda.

Børnini arbeiddu í bólkum við at gera ymiskt, sum sýnast skuldi fram, áðrenn farið varð í jólafrí. Framsýningin var partur av jólahaldi skúlans, sum hesaferð varð skipað eitt sindur øðrvísi, enn gjørt hevur verið hini árini.

Yngru flokkarnir, frá fyrsta til fjórða flokk, arbeiddu saman í einum bólki. Tey høvdu sum evni at royna at ímynda sær, hvussu ein landsnámsbygd hevur sæð út í Føroyum um ár 1.000. Og rímiligt varð Gøta vald. Gøta er jú kend úr Føroyingasøguheilt aftur í víkingaøldina.

Ymiskt var, sum gerast kundi burtur úr. Eitt nú at royna at mynda ein bóndagarð í víkingatíð. Og í samband við kristnanina varð eisini gjørt eitt sindur burtur úr teirri hendingini í Føroyingasøgu, tá Tróndur í Gøtu varð kristnaður. Ikki var tað eftir egnum vilja ella við nakrari beinleiðis persónligari frelsu, at tað hendi, sum Føroyingasøga sigur frá.

Í hesum sambandi varð eisini komið inn á kreddu - ella trúarjáttan - Tróndar. Hon er til enn, og stendur í Sálmabókini nr. 315 í týðing til okkara mál, sum Mikkjal á Ryggi hevur gjørt.

Hesin bólkurin gjørdi eisini nakað burtur úr søguni gjøgnum kvæðini. Myndir vórðu gjørdar til Sigmundakvæði yngra. Umframt at tey eisini gjørdu burtur úr at lýsa guðshúsini í Gøtu. Tað vil siga kirkjur og samkomuhús, eins og gamla býlingin í Norðragøtu.

Eldru flokkarnir arbeiddu hvør sær. Fimti flokkur skrivaði leikrit og gjørdi búnar og leiktjøld til sjónleik úr Føroyingasøgu, sum tey settu upp.

Sætti flokkur hevði ættargransking. Og tað var ikki hvør sum helst, sum granskaður varð. Tað var ættina hjá Gøtuskeggjum, tey fóru at kanna, eins og tey høvdu eina bíbliuframsýning.

Sjeyndi flokkur var kanska eitt sindur nærri okkara tíð. Tey arbeiddu við staðarnøvnum í Gøtu. Eisini gjørdu tey samrøður við eldri gøtufólk um siðir og skikkir. Hesar samrøður vórðu tiknar á film.