1. deild menn:
GÍ-NSÍ 4-1 (2-1)
Gøtumenn vóru avskrivaðir í stríðnum um gullið fyri tveimum umførum síðani, men nú hava teir fingið fatur á oddaliðini aftur.
Bæði KÍ og B36 mistu stig í dystunum um vikuskiftið, og tá gøtumenn samstundis vunnu sannførandi, eru teir knappliga viðaftur í stríðnum um gullkrónurnar og milliónina í Champions League.
Runavíkingar hava fingið nógv góð úrslit seinnu árini, men teir hava ikki staðið seg væl í Gøtu. Har hevur GÍ sum oftast verið omaná ? og meira enn einaferð hevur tað verið við fleiri málum.
Aftur hesaferð gjørdist munurin stórur í tølum, og tað var eisini eftir ein góðan dyst, at heimaliðið kundi fara av vøllinum vi trygga sigrinum.
Tíðliga í dystinum var kósin sett. Alexander Radosavljevic stútaði eitt innlegg úr høgru í kassan og so var 1-0. Radosavljevic hevur annars ikki gjørt nógv mál vi høvdinum, men nú hevur hann stútað tvey mál í trimum dystum.
Manglaðu tyngd
Gøtumenn vístu góðan hugburð meginpartin av fyrra hálvleiki. Teir vóru sterkir í nærdystunum, og teir fingu stundum sítt eyðkenda skjóta spæla at ganga út í borðini og fram eftir vøllinum.
GÍ økti til 2-0, tá Henning Jarnskor stutt frá málinum fekk fótin á eitt eitt innlegg. Seinasta vikuskiftið hevði Henning ein minni góðan dag, men hesaferð tók hann revansju.
Tá GÍ hevði økt til 2-0 lá í luftini, at teir skuldu fáa fleiri mál, tí teir spældu seg til onkrar góðar møguleikar.
Men tað var NSÍ sum fekk triðja málið í dystinum. Miðverjin Sjúrður Jacobsen (mundi vera besti maður á NSÍ-liðnum) royndi seg við frísparki úr 20 metrum, bólturin rakti ein av GÍ?arunum, og so var Sunvard Joensen í málinum prísgivin.
Eftir at NSÍ hevði minkað um munin vístu teir tenn eina løtu, men teir kláraðu ikki rættiliga at seta seg ígjøgnum yvirfyri roynda GÍ-liðnum, og tað var sum um teir manglaðu avgerandi tyngdina til at seta seg á dystin.
GÍ økti tvær ferðir
Í seinna hálvleiki kom GÍ fyri seg aftur, og tvær ferðir øktu teir um munin, og málskjúttarnir vóru teir somu sum í fyrra hálvleiki.
Alexander Radosavljevic gjørdi tað til 3-1, og Henning Jarnskor setti punktum við einum frálíka góðum máli. Radosavljevic var sendur avstað í høgru, og han sendi eina sera neyva avlevering inn fyri málið. Bólturin fór fram við tveimum NSÍ?arum, áðrenn hann endaði hjá einum leysum Henningi Jarnskor, sum bara skuldi seta fótin á bóltin.
Gøtumenn vístu stundum gott og hugflogsríkt spæl, og hóast NSÍ eina løtu varð við í dystinum og eisini skoraði, vóru tað gøtumenn sum vóru omaná meginpartin av tíðini.
Liðið hjá Johan Nielsen hevur vunnið seks av sínum sjey heimadystum, og størsti dysturin á árinum verður helst, tá B36 kemur á vitjan um tvey umfør. Men fyrst skulu gøtumenn halda fast um oddaplássið við at vinna móti Sumba ? og tað er í sær sjálvum ein nóg stórur biti.
GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Sámal Joensen ? Henning Jarnskor, Alexander Radosavljevic
NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánjal Hansen, Sjúrður Jacobsen, Kári Sigvardsen, Arnfinn Langgaard ? Helgi L. Petersen, Kári Hansen, Brynjolvur Nielsen, Eddie Mikkelsen ? Ian Højgaard, Jónstein Petersen